Valskrá Sjálvstýrisfloksins:Vilja fara til báðar síður

Sjálvstýrisflokkurin vil staðiliga hava, at ríkisrættarliguviðurskiftini ikki verða avgreidd komandi fýra árini. Flokkurin vil staðfesta sína støðu sum flokkur á miðjuni, sum kann fara til báðar síður í einari samgongu. Ein loysn av eftirlønarspurninginum stendur ovast á dagsskránni

Valskrá

Sjálvstýrisflokkurin er ein flokkur í miðjuni í føroyskum politikki. Hetta kundi staðfestast, eftir at flokkurin hevur kunngjørt sína valskrá til løgtingsvalið.
Sjálvstýrið fer til val sum ein flokkur í miðjuni. Flokkurin hevur ta støðu í ríkisrættarliga spurninginum, at flokkurin ynskir eina stig fyri stig loysn, men flokkurin vil ikki svara, hvørt teir vilja vera innanfyri ella uttanfyri danska ríkið. Teir svara bert, at hetta skal avgreiðast á einari fólkaatkvøðu.
Sjálvstýrisflokkurin sigur í sínar valskrá, at Føroyar skulu gerast meira sjálvbjargnar. Sámal Petur í Grund segði á tíðindafundi, at teir als ikki raðfesta hetta ovarliga tey næstu fýra árini. Teir síggja avgerðin verða tikna nógv ár frammi í tíðini, og hetta verður ikki sett á skránni tey næstu fýra árini.
Formaðuri í Sjálvstýriflokkinum, Eyðun Elttør, sigur, at teir ynskja at yvirtaka øll málsøki og blokkurin skal niður á null. Hann vil tó ikki seta áramál á ella hvørji málsøki, teir fyrst ynskja at yvirtaka.
?Vit leggja stóran dent á, at ríkisrættarligu viðurskiftini ikki verða loyst hetta komandi valskeiðið, sigur Sámal Petur í Grund, landsstýrismaður og fyrrverandi formaður fyri Sjálvstýrisflokkin.

Eftirløn
Fremst av teimum níggju punktunum í valskránni hjá Sjálvstýrisflokkinum er eftirlønin. Undir yvirskriftini Eftirlønarskipan til øll hevur Sjálvstýrisflokkurin sett sítt boð uppá, hvussu ein framtíðar pensjónsskipan kann loysast. Sjálvstýrisflokkurin hevur umsitið hetta mál í landsstýrinum seinastu fýra árini, men eingin loysn uppá eina framtíðar pensjónsskipan er enn komin undan kavi.
Men nú hava teir so orðað og teknað einaætlan. Válskráin bjóðar eina skipan, har ein eftirlønargrunnur borgarans verður settur á stovn.
?Eftirlønargrunnurin skal liggja uttanfyri landskassan, men skal fáa gjald úr landskassanum, til hann er sjálvfíggjandi við egnum inntøkum og gjaldi frá arbeiðsmarknaðinum. Eftirlønargrunnurin kemur at tryggja teimum eldru borgarunum nógv betri viðurskifti, enn teir hava í dag. Eftirlønargrunnurin er trygdin fyri, at yngra ættarliðið kann stevna vónríkt móti framtíðini, skrivar Sjálvstýrisflokkurin í valskránni.
Skipanin við Eftirlønargrunni borgarans skal fáa inntøkur frá fólkapensjónini og samhaldsfasti, sum eru verandi skipanir. Samstundis skulu arbeiðsgevaragjald og arbeiðstakaragjald latast inn í grunnin.
Ætlanin er at hækka pensjónina til tann einstaka, og hann byggir á privata uppsparin og samhaldsfasta, sigur flokkurin.
Teir vilja fegnir samstarva við fakfeløgini um at finna eina loysn, sum hóskar seg best til allar partar.
?Samgongan hevur nú í trý ár ikki kunna samst um eina skipan. Eg trúgvi heldur ikki, at hesir tríggir flokkarnir verða samdir, sigur Sámal Petur í Grund.

Samgonga
Á tíðindafundinum var tað Eyðun Elttør, sum førdi orðið frá byrjan av. Fyrrverandi formaðurin í flokkinum, Sámal Petur í Grund, slap tó meira og meira framat, og hann stýrdi fundinum móti endanum. Gamla sjálvstýris/kristiligafólkafloks kempan, Lasse Klein, slap eisini framat einar tvær ferðir. Eisini vóru fleiri valevni við til tíðindafundin.
Eyðun Elttør vil ikki siga, hvørja samgongu hann helst vil hava næstu fýra árini. Hann sigur, at Sjálvstýrisflokkurin kann fara báðar vegir: bæði til Fólkaflokkin og Tjóðveldisflokkin og til Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin. Hann vil ikki velja nakra síðu av hesum.
Sámal Petur í Grund segði á fundinum, at teir í báðum førum vilja vera ein trygd í samgonguni. Teir vilja í einari meira fullveldissinnaðari samgongu vera trygdin fyri, at tað ikki gongur ov skjótt. Enda teir í samgongu við hin vongin, Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin, so vilja teir vera trygdin fyri sjálvstýriskósini.

Rationaliseringar
Sum áður nevnt er valskráin hjá Sjálvstýrisflokkinum skipað í níggju punktir. Millum ynskini hjá Sjálvstýrisflokkinum er ynski um ein búskapargrunn, sum skal hýsa fleiri inntøkukeldum, og hesin skal vera til at taka av, tá ið á stendur.
Vinnan skal framvegis vera stuðulsfrí, og ikki skal vera loyvi til at spekulera í fiskiloyvum.
Rationaliseringar skulu gerast, so fólk gjalda meira rættvísan skatt og MVG-skipanin skal endurskoðast.
Mentan og umhvørvi verða eisini umrødd í stevnuskránni.
Sum heild bera orðingarnar brá av at vera úr stevnuskráum og eru lítið ítøkiligar. Einki verður nevnt um kostnað, men flokkurin ynskir at royna at nøkta tørvin á eldraøkinum