Útvarpið byrjar sum vant við politiskum orðaskifti. Sendingarnar byrja í útvarpinum 19. apríl kl. 19, har eitt umboð fyri hvønn flokk fær orðið.
Síðani fær hvør flokkur eina framløgusending, og skipað verður fyri spurnarsendingini »Í Andgletti«, sum verður í tveimum pørtum.
Lurtarar sleppa at seta spurningar
Í fyrra partinum, sum varir 30 min., skal eitt umboð fyri flokkin svara spurningum frá útvarpsfólki. Hesin parturin verður tikin upp framman undan.
Seinni parturin av spurnarsendingini, sum eisini er hálvur tími, verður sendur beinleiðis beint eftir fyrra part.
Sama umboð fyri flokkin skal í hesum umfarinum svara spurningum frá lurtarum, sum fáa høvi at ringja inn.Valsendingarnar í útvarpinum enda við einum politiskum orðaskifti, ið verður sent saman við SvF frá almennum fundi í Norðurlandahúsinum týsdagin 28. apríl.
Evnissendingar í SvF
SvF fer at senda tilsamans fimm undansendingar. Tær fýra verða skipaðar sum evnissendingar. Sent verður beinleiðis úr nýggju sjónvarpsstovuni hjá SvF.
Fimta sendingin verður samsendingin við Útvarpið úr Norðurlandahúsinum.
Viðvíkjandi evnissendingunum, eru fýra áhugaverd evni tikin fram. Hesi eru um ríkisrættarligu støðuna, vinnumál, búskap og mentamál, men einki um sosial- og almannamál.
Ivan Niclasen, programleiðari í SvF sigur, tá han verður spurdur um hetta seinasta evni, at stovnurin hevur tikið evnir upp, sum eru frammi í tíðini.
Avmarkað evnini
? Av tí at vit bert hava fýra sendingar, er tað avmarkað hvussu nógv evni kunnu takast upp, men hugsandi er, at sosial- og almannamál verða tikin fram í onkrari av teimum fýra sendingunum, sigur Ivan Niclasen.
Fyrsta sendingin í SvF verður mikukvøldið 15. apríl. Evnið er »Ríkisrættarliga støðan«. Her verður m.a. nomið við evnini heimastýrislóg, sjálvstýrislóg, loysing, uttanlandsskuld og bankamálið.
Sunnudagin 19. apríl er evnið »Búskaparliga støðan«, har tosað verður um hvønn íløgupolitikk flokkarnir mæla til, og hvørjar raðfestingar ein komandi fíggjarlóg eigur at hava.
Mikukvøldið 22. apríl er »Vinnupolitikkur« á skránni. Her verða spurningar viðgjørdir, sum kunnu fevna um fiskivinnu og studningspolitkkk, oljuvinnu, ídnað, alivinnu og ferðavinnu.
Sunnukvøldið 26. apríl, verður evnið »Mentanarpolitikkur«. Her verður m.a. nomið við um føroyingar eiga at hava ein nýggjan samleika í einum møguligum broyttum ríkisrættarligum høpi.
Eisini er ætlanin at tosa um hvørji politisk stig skulu takast fyri at tryggja føroyingum førleika í samskiftisøldini. Eru skúlar og aðrir mentanarstovnar nóg væl fyri at taka nýggju avbjóðingarnar, verður m.a. evnið í hesi sending.
Eisini í SvF verða sendingarnar skipaðar soleiðis at flokkarnir velja hvør eitt umboð til hvørja sending. Hvørt umboð fær tilsamans sjey minuttir, sum verða brúktir bæði til at svara spurningum frá svf-vertunum og í orðaskifti við umboð fyri hinar flokkarnar.