Valur vann á steypavinnarunum í stórsteypadystinum

Fríggjakvøldið spældu Valur og FH íslendska stórsteypadystin

Mynd: Valur

Fríggjakvøldið var stórsteypadysturin leiktur millum íslendsku meistararnar, Valur og steypavinnararnar, FH.

 

"Meistari meistaranna" er flotta íslendska heitið. Dysturin var leiktur á heimavøllinum hjá meistarunum, Vali í høllini á Hlíðarenda í Reykjavík.

 

Liðið hjá Allani Norðberg og Bjarna í Selvindi, Valur vann stórsteypadystin 31-26. Í steðginum vóru valsmenn á odda 15-14.

 

Allan var saman við Gunnari Róbertsson næstbesti málskjúttin hjá Vali. Teir skutu fimm mál hvør. Bjarni skoraði trý mál. Arnór Snær Óskarson var við níggju málum toppskjútti hjá Vali.

 

Jens Sigurðarson hevði 14 bjargingar, og gjørdi góðan mun fyri Val í stórsteypadystinum.

 

Hóskvøldið klokkan 20.30 leggur Valur fyri í bestu íslendsku hondbóltsdeildini við dysti á útivølli móti Selfossi.

 

 

 

Mynd: Valur