Radamel Falcao slapp ikki við í hópin, tá Manchester United á Old Trafford leikvøllinum ígjár tapti 0-1 ímóti Southampton, sum fyribils vann triðja plássið frá Manchester United.
Sambært fleiri bretskum miðlum var Radamel Falcao so óður um ikki at verða partur av hópinum, at hann rýmdi av leikvøllinum uttan at hyggja eftir dystinum. Tað vildi høvuðsvenjarin hjá Manchester United ikki ganga við til, men vildi kortini útgreina fyri fjølmiðlunum hví Falcao ikki var partur av hópinum hjá Manchester United ígjár.
Niðurlendski venjarin sigur seg hava ein hóp, sum stríðist við nógvar skaðar, og tí mátti hann hava fleiri verjuspælarar á beinkinum, tí hann ivaðist í, um Luke Shaw og Daley Blind vóru í nóg góðum formi. Ungi James Wilson var einasti framherjin Manchester United hevði á beinkinum.
- Tú mást samanbera spælararnar áðrenn dystin. Aftaná dystin kann ein siga, at ein ávísur spælari hevði hjálpt tær til ein sigur, men tað er ikki nakað tú kanst vita áðrenn, segði Louis van Gaal við miðlafólk aftaná dystin.
- Eg tók avgerð um, at Falcao skuldi verða uttanfyri 18-mannahópin, tí eg visti, at mátti skifta verjukendar spælarar inn. Tú mást hyggja eftir tørvinum tú hevur, og hvørji val tú kanst gera undir dystinum. Marouane Fellaini kom inn, og takkað verið honum skaptu vit tríggjar málmøguleikar, segði ein nakað kroystur Van Gaal á tíðindafundinum, aftaná 0-1 tapið ígjár.
Louis van Gaal staðfesti, at Falcao ikki var skaddur áðrenn dystin, men var rætt og slætt frávaldur. Falcao var annars á vøllinum fimm teir seinastu dystirnar, áðrenn United ígjár møtti Southampton. M.a. skoraði hann til 1-1 ímóti Stoke á útivølli í farna umfari í Premier League.