Vance komin til Sveis at samráðast við Iran

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, er í morgun komin til Sveis, har nýggjar samráðingar við Iran fara fram.

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, er komin til Bürgenstock í Sveis, har nýggjar samráðingar við Iran verða hildnar. Mynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix

Tað upplýsir ein talsmaður fyri varaforsetan sambært Reuters.

Sambært Vance verða samráðingarnar væntandi í einar tveir dagar við iransku sendinevndina, sum kom til Sveis seint í gjárkvøldið.

Reuters skrivar, at Vance og kona hansara komu til eina herstøð umleið klokkan 06.00 føroyska tíð, áðrenn leiðin gekk til Bürgenstock, har fundirnir verða hildnir.

Samráðingarnar vóru upprunaliga ásettar at verða fríggjadagin, men vórðu útsettar við stuttum skotbrái, skrivar AFP.

Áðrenn Vance fór úr USA, segði hann, at hann vónaði at fáa framstig í samráðingunum um iransku kjarnorkuskránna og eina varandi vápnahvíld í Libanon.

Fríggjadagin varð boðað frá vápnahvíld millum Ísrael og Hizbollah, men longu náttina eftir framdi Ísrael nýggj loftálop í Libanon.

Ísraelski herurin hevur síðan upplýst, at álopini vóru svar upp á rakettálop frá Hizbollah móti Ísrael.

Álopini fingu í gjár Iran at boða frá, at landið fór at steingja Hormuz-sundið. USA hevur tó avsannað, at sundið veruliga er stongt.

Fyrr í vikuni kunngjørdu USA og Iran eitt semjuskjal, sum skal leggja lunnar undir at enda stríðið millum londini.

Sambært AFP eru samráðingarnar í Sveis byrjanin til eitt 60 dagar langt samráðingarskeið, har partarnir skulu royna at loysa ósemjur, sum framvegis eru eftir – millum annað um iransku kjarnorkuskránna.

Á amerikonsku síðuni luttaka eisini Jared Kushner og Steve Witkoff, meðan iranska sendinevndin millum annað telur uttanríkisráðharran Abbas Araghchi og tingformannin Mohammad Bagher Ghalibaf.

Pakistan, sum hevur virkað sum semingsmaður millum USA og Iran, hevur eisini sent eina sendinevnd til fundirnar í Sveis.

/ritzau/

 

Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance, er komin til Bürgenstock í Sveis, har nýggjar samráðingar við Iran verða hildnar. Mynd: Fabrice Coffrini/Ritzau Scanpix