Nýggju kanningarúrslitini vísa, at tað ikki er vandi við at uppihalda seg í hølunum hjá frítíðarskúlanum. Tórshavnar kommuna yvirtók Badmintonhøllina í fjør. Síðan eru farnar fram ymsar ábøtur. Eftir at arbeiðið at skifta takið er farið í gongd, hava nøkur børn og starvsfólk í frítíðarskúlanum fingið tekin um ovurviðkvæmi. Kommunan hevur tí tikið royndir av loftsplátum og sent hesar til kanningar.
Kanningarnar eru gjørdar av BMT, Bygge & Miljøteknik, og tær umfataðu máting av soppi í dustinum frá træbetongplátunum undir loftinum, umframt kanningar á staðnum gjørdar við sokallaðum mycometurtest.
Kanningarnar vísa, at metingarnar hjá húsaumsitingini vóru á rættari leið, tí niðurstøðan hjá verkfrøðinginum hjá BMT sigur, at ?på dette grundlag er det min vurdering, at der ikke er risiko ved ophold i lokalerne, men for god ordens skyld bør mængden af støv reduceres ved at støvsuge loftet i fritidsskolen, idet støv i al almindelighed kan give indeklimagener.?
Um vikuskiftið varð loftið fyrst blást og síðan dustsogið og aftaná varð frítíðarskúlin vaskaður. Hurðin inn til badmintonhøllina er plomberað, og frítíðarskúlin fær onnur høli til taks frá kommununi eftir tørvi.