Vangamyndir á Facebook blíva óvirknar

Ert tú ein av teimum, sum brúkar kend nøvn sum eitt nú Kate Middleton ella David Beckham sum millumnavn á Facebook, kanst tú vænta, at vangamyndin brádliga verður óvirkin. – Reglurnar hjá Facebook siga, at hetta er ein máti at misbrúka nøvn hjá øðrum persónum, sigur Janus Hentze í Stórustovu frá Dátueftirlitinum

Lady Gaga, Snoop Dogg, Wayne Rooney og Obama. Nøvn hjá kendum fólkum eru ikki óvanlig sum millumnøvn á vangamyndunum hjá serliga børnum og ungum á Facebook. Men at brúka nøvnini til sína vangamynd er ólógligt sambært reglunum hjá Facebook, og tí verða slíkar vangamyndir gjørdar óvirknar uttan ávaring.

- Facebook toymið sær hesar vangamyndirnar sum falskar vangamyndir, og tá verða hesar vangamyndirnar gjørdar óvirknar alt fyri eitt, sigur Janus Hentze Í Stórustovu, ið er fulltrúi á Dátueftirlitinum. Hann vísir tó á, at tað ikki beinleiðis er ólógligt, tá børn og ung brúka millumnøvn á Facebook hjá kendum persónum.

- Hetta er ikki nakað revsivert, men reglurnar hjá Facebook siga, at tú eigur ikki at samskifta á netverkinum undir øðrum navni enn tínum egna. Hinvegin haldi eg ikki, at nakar er í iva um, at eitt barn, sum skrivar eitt kent navn sum millumnavn, ikki er hesin kendi persónurin, sigur Janus Hentze í Stórustovu.


Facebook heldur vakið eyga

Tað eru fleiri dømi um vangamyndir hjá børnum og ungum, sum brádliga eru blivnar óvirknar. Eitt nú brúka fleiri av ungu gentunum í Føroyum orðið “Directioner” í navni sínum á Facebook fyri at vísa, at teimum dámar tónleikabólkin One Direction. Í farnu viku upplivdi størsti parturin av hesum gentunum, at ikki bar til at logga á Facebook við vanliga brúkaranavninum og loyniorðinum. Vangamyndirnar vóru óvirknar.

- Facebook hevur eitt slag av databasa við kendum nøvnum. Tá onkur so upprættar eina vangamynd, har eitt kent navn verður nevnt, ger ein skipan Facebook toymið vart við, at hetta ivaleyst er ein følsk vangamynd, greiðir Janus Hentze í Stórustovu frá.

Slíkar vangamyndir verða gjørdar óvirknar, og harvið eru tær ikki strikaðar. Tá roynt verður at logga á vangamyndina, kemur ein síða fram, ið mælir brúkaranum til at fylla út eitt oyðublað á Facebook, soleiðis at vangamyndin verður virkin aftur. Á oyðiblaðnum skal brúkarin skriva sítt veruliga navn umframt at prógva hetta navnið til dømis við eini mynd av passinum hjá brúkaranum. Nakrar dagar seinni ber aftur til at brúka Facebook sum vanligt, og myndir og annað liggja á síðuni sum vanligt. Sostatt er ikki neyðugt at upprætta eina nýggja vangamynd á Facebook. 




Hvørji nøvn eru loyvd at brúka á Facebook?

Soleiðis stendur at lesa á Facebook:


Facebook er et fællesskab, hvor personer bruger deres rigtige identiteter. Vi kræver, at alle angiver deres rigtige navne, så du altid ved, hvem du har kontakt med.


Navne må ikke indeholde:

• Symboler, tal, usædvanlig brug af versaler eller tegnsætning

• Tegn fra forskellige sprog

• Titler af nogen art (f.eks. faglige eller religiøse titler)

• Ord, fraser eller kælenavne i stedet for et mellemnavn

• Stødende eller uanstændigt indhold af enhver art.


Andre ting, du skal være opmærksom på:

• Det navn, du bruger, skal være dit rigtige navn, sådan som det fremgår af eksempelvis dit kreditkort eller studiekort.

• Kælenavne kan bruges som et for- eller mellemnavn, hvis de er en variation af dit rigtige for- eller efternavn (som Bob i stedet for Robert).

• Du kan også angive et andet navn på din konto, f.eks. pigenavn, kælenavn eller dit professionelle navn, ved at føje et alternativt navn til din tidslinje

• Der må kun angives én persons navn på kontoen – tidslinjer er kun til personlig brug

• Det er ikke tilladt at give sig ud for at være en anden person eller enhed.