Norski fíggjarmálaráðharrin, Kristin Halvorsen, sum eisini er formaður í Sosialistiska Vinstraflokkinum, heldur, at oljuvanlukkan í Meksikoflógvanum eigur at fáa norðmenn at sleppa øllum ætlanum um oljuleiting í Lofoten og Vesterålen.
- Eg rokni við, at tað, sum hendir í Meksikoflógvanum, hevur stóra ávirkan á mong, tí hetta vísir, at hóast ein hóp av trygdarskipanum og alla nútímans tøkni kunnu vit ongantíð tryggja okkum ímóti einum óhappi, tá vit fáast við oljuvinnu, sigur Kristin Halvorsen við norska kringvarpið, NRK.
SV-formaðurin vísdir á, at fyri nøkrum døgum síðani kunngjørdi guvernrørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, at hann fer ikki at taka undir við fleiri leitiboringum úti fyri kalifornisku strondini eftir tað, sum er hent í Meksikoflógvanum.