Var eitt kristi samfelag í Leirvík fyri ár 1000?

    

Tá ið Føroya Fornminnissavn í 1982-1987 hevði fornfrøðiligan grevstur í víkingaaldartoftunum á Toftanesi í Leirvík, komu til sjóndar ein mongd av gripum, harímillum heilt nógvir lutir úr træi. Hvat ið hesir lutir í síni tíð vórðu brúktir til, var í flestu førum greitt beinanvegin. Har vóru skálir, skeiir, tunnustavir, spælibretti o.s.fr. Hesir gripir eru at síggja í framsýningini hjá Føroya Fornminnissavni í Brekkutúni 6 í Hoyvík. Tað var somuleiðis møguligt at tíðarfesta gripirnar, bæði eftir útsjónd, skapi og sniði, men eisini við C14 kanningum. Eftir hesum varð landnámsgarðurin á Toftanesi í Leirvík bygdur seinast í 800- ella fyrst av 900-árunum.
Ein granskingarjáttan frá SILA, Danmarks Nationalmuseums Center for Grønlands-forskning, hevur gjørt tað møgligt í hesum árinum at gjøgnumganga tað rúgvismikla tilfarið og úrslitini frá grevstrinum fyri at gera tað klárt til endaliga almenna framløgu. Okkurt nýtt er komið undan kavi, men serliga er eitt, sum kann hava stóran týdning fyri kunnleikan um elsta partin av okkara søgu. Hetta eru tveir krossar úr træi.
Annar er 38,5 cm langur og 19 cm breiður. Træ og tvørtræ eru fest saman við einum trænagla. Hugsandi er at krossurin hevur verið spískur í niðara enda (Mynd 1).
Hin krossurin ella partur av krossi er 35 cm langur. Hann er brotin í niðara enda, sum ætlandi eisini hevur verið spískaður. Hetta brotpetti hevur ein ferhyrntan part á miðjuni, og holað er inn í báðar síður bæði oman fyri og niðan fyri miðjuna. Eisini her er eitt hol mitt í, har trænagli hevur staðið í (Mynd 2). Brotpetti er tjúkri í ovara enda oman fyri innskurðirnar. Her er tvørtræið tó ikki funnið. Tað er neyvan nakar ivi um, at hetta er tað, sum eftir er av einum krossi eftir írskari fyrimynd ? ein sonevndur "keltiskur krossur". Báðir krossarnir er gjørdir úr lerkaviði, møguliga rekaviði úr Sibiria.
Teir báðir krossarnir eru funnir í teimum niðastu fláunum. Hetta merkir, at teir eru frá elstu tíð, búseting hevur verið á Toftanesi. Krossarnir kunnu sostatt førast aftur til ta tíð, tá ið garðurin av fyrstan tíð varð bygdur onkuntíð seint í 9. ella tíðliga í 10. øld. Miðaltalið fyri tær tríggjar C14 kanningarnar er 920 e.Kr.
Við krossunum á Toftanesi er nú funnið eitt ítøkiligt prógv um, at í Føroyum var eitt kristi samfelag framman undan, at Sigmundur Brestisson sambært Føroyingasøgu boðaði kristinboðskapin á tingi um ár 1000. Og krossarnir á Toftanesi eru ikki bara áhugaverdir í føroyskum samanhangi ? teir eru nevniliga so vítt kunnugt elstu krossar úr træi , sum eru kendir í norðanlondum frá víkingaøld.
Teir báðir krossarnir verða eftir ætlan sýndir fram í framsýningini í Brekkutúni í vár.