Var ikki ov harður við danir

Løgmaður vísir frá sær atfinningunum frá donskum fjølmiðlum og føroyskum andstøðupolitikarum, um at hann í nýggjársrøðu síni var ov harðrendur móti donsku stjórnini

? Okkara mótpartur noktaði at fylgja vanligum samráðingarreglum og breyt ferð eftir ferð tær avtalur, vit gjørdu.

Millum annað soleiðis lýsti Anfinn Kallsberg, løgmaður, í nýggjársrøðu síni leiklutin hjá donsku stjórnini í samráðingunum um føroyskt fullveldi.

Hetta brotið varð endurgivið í donskum fjølmiðlum, sum søgdu, at løgmaður var harðrendur móti donsku stjórnini. Og hesa somu fatan hava formenninir fyri báðir teir stóru andstøðuflokkarnar í Føroyum, Edmund Joensen og Jóannes Eidesgaard. Edmund Joensen segði við Sosialin í gjár, at hann var skelkaður av teirri viðferð, sum danski forsætisráðharrin og danska stjórnin fingu í røðuni, meðan Jóannes Eidesgaard segði, at hvøssu orðini skurraðu eitt sindur í oyrunum.


Bert staðfestingar

Men løgmaður er ikki samdur við føroysku andstøðuleiðarunum og donsku fjølmiðlunum.

? Tað, sum eg segði í nýggjársrøðuni um samráðingarnar, vóru bert staðfestingar. Og at danskir fjølmiðlar fáa tær til at vera harðiligar útsagnir er ikki annað, enn vanliga viðferðin, vit fáa frá donskum fjølmiðlum, sigur Anfinn Kallsberg.

Løgmaður vísir eisini á, at eingin í Føroyum kallaði røðuna fyri harðrenda, fyrr enn danskir fjølmiðlar høvdu gjørt hana harðrenda.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, sigur í viðmerkingum sínum til nýggjársrøðuna, at Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin í veruleikanum eru innarliga fegnir um, at samráðingarnar miseydnaðust, so teir fingu høvi at leggja kósina um.

? At løgmaður turkar samráðingarúrslitið upp á danir er ein lættur máti at koma uttan um, at tað í veruleikanum fer ein innanhýsis telving fram í samgonguni, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hesa viðmerking heldur løgmaður vera púra burturvið.

? Jóannes veit betur enn so. Tað, sum er hent er, at vit hava fingið staðfest, at tað ber ikki til at fáa eina nøktandi avtalu í lag við donsku stjórnina. Tí hava vit gjørt av at finna eina aðra loysn, har vit sjálv arbeiða okkum fram til fullveldi, ger løgmaður greitt.


Greið ætlan

Formaður Sambandsfloksins, Edmund Joensen, sigur í sínum viðmerkingum til røðuna, at løgmaður skyldar føroyingum eina frágreiðing um, hvat tað er fyri fullveldisætlan, sum landsstýrið arbeiðir við. Hann vísir á, at enn sita øll púra óvitandi um ætlanina, hóast tað bert eru tríggir mánaðir til vit skulu til eina fólkaatkvøðu.

At eingin fær nakað at vita um ætlanina, heldur Edmund Joensen vera orsakað av, at landsstýrið ikki sjálvt veit, hvat tað er í ferð við.

Men eisini hesum atfinningunum vísir Anfinn Kallsberg, løgmaður, frá sær.

? Innihaldið í fólkaatkvøðuni er púra greitt, hóast vit enn ikki hava sett nakra dagfesting á, nær hvørt einstakt málsøki skal yvirtakast. Vit hava eina ætlan í trimum stigum. Fyrsta stigið inniber, at vit gera eina avtalu við donsku stjórnina um at vit yvirtaka øll málsøki, sum ikki eru ríkismál. Næsta stigið er, at vit niðurlaga blokkin, til hann er burtur. Triðja stigið er síðani ein nýggj fólkaatkvøða um føroyska grundlóg, sum staðfestir føroyska suverenitetin, ger løgmaður greitt.

Anfinn Kallsberg sigur, at tað í løtuni tykist, sum at andstøðupolitikarar eru ónøgdir við, at beinleiðis dagfesting ikki er sett á, nær hvørt málsøki verður yvirtikið. Men hann vísir á, at hetta ikki ber til, fyrr enn ein avtala er greið við donsku stjórnina, um hvussu vit sleppa at yvirtaka.

Hesa avtaluna roknar Anfinn Kallsberg at hava fingið undir land í endanum av hesum mánaðinum, og tá kann farast undir at fyrireika fólkaatkvøðuna, staðfestir hann.