Var tað ein Tsunami?

Fyri 400 árum síðan:


Annan jóladag vóru tvey ár liðin síðan tann herviliga tsunami náttúruvanlukkan rakti londini kring Indiska havið 26. desember 2004.
 
Meira enn 200.000 fólk lótu lív í hesi tí mest oyðandi náttúruvanlukkuni í nýggjari tíð, teirra millum 700 norðbúgvar.
 
Meira enn ein millión menniskju vorðu heimleys. Ringast rakt var Indonesia. Hini londini, sum vórðu rakt av tí risastóru havalduni, eru Thailand, Sri Lanka og India.
 
Ein bretskur jarðfrøðingurin, Rob Evans, var og vitjaði sum ferðamaður í Føroyum í august 2005. Millum støðini hann vitjaði var Saksun, sum varð rakt av eini stórari flóðaldu tíðliga í 1600-talinum. Tá hann hoyrdi um kyndilsmessuódnina í 1607 og tær náttúrubroytingar, hon førdi við sær, helt hann, at tað kundi verið áhugavert at kanna um talan var somu flóðaldu, ið rakti Vales og onnur øki í Vesturonglandi tíðliga 30. januar 1607 og beindi fyri umleið 2.000 av íbúgvunum í Bristol. Talan var um ringastu náttúruvanlukku í Onglandi nakrantíð.
 
Rob Evans kannaði síðan hesi viðurskifti, og eitt ár seinni sendi hann eitt skriv til ferðaskrivstovuna Toru Tourist Traffic. Hansara niðurstøða er, at tað kann hugsast, at hesar hendingar hava samband við hvørja aðra. Kyndilsmessa er tíðliga á árinum (2. februar). 
 
Tað sum hendi í Føroyum var t.d. at 50 bátar gingu burtur, fiskimið oyddust, Kirkjubøhólmur skrædnaði frá landi, sandurin í Saksun syftist til Leynar og sundið inn í pollin í Saksun fyltist við sandi, soleiðis at skip ikki longur kundu sigla inn har at kroka.