Ávara móti APS

Konservativi flokkurin í Bretlandi ávarar borgarliga systurflokkin í Norra móti at lata privatar íleggjarar sleppa fram at almennu verkætlanum. Tað verður alt ov dýrt fyri samfelagið, ljóðar ávaringin

Meðan landsstýrið framvegis letur dyrnar standa á glopp fyri APS-leistinum, nú Eysturoyartunnilin skal gerast, so lýsa ávaringarlampurnar móti hesum leisti í Bretlandi. APS stendur fyri alment-privat samstarv, og merkir í praksis, at privatir pengakassar bjóða sær til at fíggja stórar íløgur í infrakervi og aðrar verkætlanir, ið tað almenna vanliga hevur staðið fyri, men ofta ikki hevur ráð til.
Leisturin er eittnú brúktur í Bretlandi, Svøríki, Italia, Hollandi, Fraklandi og Spania. Men royndirnar hava verið so sum so. Borgarligi sigurin á norska stórtingsvalinum herfyri fekk Konservativa flokkin í Bretlandi senda eina ávaring eystur um Norðsjógvin til sín systurflokk í Norra.
Boðini til Høyre vóru greið. Almennar verkætlanir verða ov dýrar, um privatir íleggjarar skulu fíggja og reka tær.
- Stórsti vandin við APS-leistinum er, at samlaðu útreiðslurnar verða sera nógv dýrari, enn um tað almenna sjálvt stóð fyri fíggingini, sigur Adam Morris, talsmaður fyri konservativa flokkin í Skotlandi í samrøðu við norska blaðið Dagens Næringsliv.
Morris nevnir sum dømi eitt sjúkrahús í Edinburgh, har tað almenna tá avtornaði noyddist at rinda 10,6 milliardir krónur fyri eina verkætlan, ið varð mett at kosta 1,8 milliard krónur.
Eisini í Svøríki eru royndirnar av APS vánaligar. Dagens Næringsliv nevnir sum dømi Karolinska sjúkrahúsið í Stockholm, har samlaða rokning til borgararnar gjørdist 44,6 milliardir krónur, hóast byggikostnaðurin varð settur til 12,3 milliardir krónur.