Eitt av teimum stóru málunum á ES-toppfundinum, sum byrjaði í spanska býnum Sevilla í gjár, er at fáa eina felags semju um, hvussu londini í samveldinum skulu avmarka møguleikarnar hjá fremmandafólki at koma um inn í samveldið.
ES leggur dent á, at endamálið er at steðga teimum nógvu ólógligu innflytarunum, sum serliga koma úr Norðurafriku og Miðeystri, og flestu ES-londini hava mælt til at seta búskaparlig tiltøk í verk ímóti londum, sum sýta fyri at taka ímóti teimum, sum ES sendir heimaftur. Semja er tó ikki um tann politikkin, og serliga Frakland og Svøríki hava hug at fara meiri hóvliga fram.
Fleiri altjóða stovnar, felagsskapir og serfrøðingar ávara nú ES ímóti at byrgja seg inni. Teir bera ótta fyri, at ein møgulig avmarkingarskipan fer eisini at raka tey, sum veruliga eru flóttafólk, og sum tískil hava rættindi sum slík. Millum teirra, sum ávara, eru flóttafólkastovnurin hjá ST, Evropeiska Flóttafólkaráðið, Amnesty International og fleiri aðrir mannarættindafelagsskapir.
Í einari áheitan, sum Amnesty International sendi stjórnarleiðarunum í ES-londunum mikudagin, varð sagt, at ætlanin hjá ES at girða seg inni fer bert at økja flóttafólkastreymin. Felagsskapurin vil vera við, at hugskotið um at halda teimum fremmandu uttanfyri samveldið er eitt úrslit av teirri høgrabylgjuni, sum hevur gjørt um seg í fleiri av ES-londunum í seinastuni.
-Sjálvt tað mest diplomatiska orðalagið kann ikki fjala, at ES hevur ringa samvitsku og bert hugsar um egin áhugamál, stóð m. a. í áheitanini frá Amnesty International.
Frakland og Svøríki hava skotið upp, at ES skal økja búskaparliga stuðulin til tey londini, sum teir ólógligu innflytaarnir rýma úr, tí á tann hátt ber til at fáa fólk at støðast í heimlandinum, halda stjórnirnar í París og Stockholm.
Hesum tekur flóttafólkastovnurin hjá ST undir við. Talsmaðurin hjá UNHCR, Kris Janowski, segði í gjár, at tey ríku londini eiga at hjálpa teimum fátæku londunum, sum fólk har verða verandi í heimlandinum.