Venesuela verður ongantíð koloni undir nøkrum øðrum landi, og einasti veruligi forsetin í landinum er Nicolas Maduro.
Tað sigur varaforsetin í Venezuela, Delcy Rodriguez, í útsøgnum frá høvuðsstaðnum í landinum, Caracas, sum almenna sjónvarpið í Venesuela vísti.
Rodriguez mælir til frið og samanhald fyri at verja landið eftir tað, sum hon kallar ”ræning” av Maduro av USA.
- Vit eru til reiðar at verja Venesuela. Vit eru til reiðar at verja okkara náttúrutilfeingi, segði hon sambært tíðindastovuni AFP.
Hon mælir til, at Nicolas Maduro verður leyslatin, eftir at USA fyrr í dag tók hann til fanga og leyp á fleiri støð í landinum í einum stórum hernaðarligum átaki.
Útsøgnin hjá Rodriguez tykist beinanvegin at stríða ímóti fleiri útsagnum, sum amerikanski forsetin, Donald Trump, hevði á einum tíðindafundi fyrr í dag.
Her segði hann millum annað, at hon var svorin í eið sum forseti.
Hann segði eisini, at hon hevði verið í sambandi við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio, og hevði víst á ynski um at samstarva við USA.
Á tíðindafundinum segði hann, at eftir álopið fór USA nú at "stýra" Venezuela - uttan serliga at greiða frá hvussu, annað enn at vilja gera tað við einum "bólki".
- Vit fara at stýra landinum, til vit kunnu fremja eina trygga, skipaða og skilagóða umlegging, segði Trump og rósti sínum hermonnum fyri átakið.
Um Delcy Rodríguez segði Trump:
- Hon er í grundini sinnað at gera tað, sum vit halda vera neyðugt fyri at gera Venezuela stórt aftur ("make Venezuela great again", red.).
Umframt at Rodriguez tykist at mótsiga Trump, tykjast myndirnar úr Caracas heldur ikki at passa til áður óváttaðar fráboðanir um, at hon var í Russlandi.
Varaforsetin hevur áður verið kallaður ein "tikari" av Maduro fyri at vera ein stinnur verji av sosialistisku stjórn hansara. Tað upplýsir tíðindastovan Reuters.
Hon arbeiðir tætt saman við beiggja sínum, Jorge Rodriguez, sum er forseti í tjóðartinginum í Venezuela.
/Ritzau/










