Varðhaldsfongslaður fyri handilsstuldur

Ein útlendskur maður varð í gjár varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan løgreglan kannar fleiri mál um tjóvarí.

Ein útlendingur, sum er í Føroyum í arbeiðsørindum, varð í gjár varðhaldsfongslaður fyri handilsstuldur í Havn og í Eysturoy. Savnsmynd: Johan Gadegaard/Jysk Fynske Medier/Ritzau Scanpix

Maðurin er undir illgruna fyri at hava stolið úr trimum handlum í Havn og í Eysturoynni. Millum stolnu vørurnar eru elektronikkur og klæðir, men løgreglan hevur enn ikki gjørt endaliga upp, hvussu stórt virðið á stolnu vørunum er.

 

Tað var ein av handlunum, sum boðaði løgregluni frá. Tá løgreglan kom á staðið, hevði maðurin stolnar vørur uppi á sær. Løgreglan fann eisini vørur á bústaði hansara.

 

Maðurin hevur verið í Føroyum í nakrar mánaðir í arbeiðsørindum. Hann varð førdur fyri rættin í gjár og varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri.

 

Sambært løgregluni hevur maðurin verið sinnaður at tosa við løgregluna um málið.

 

Ein útlendingur, sum er í Føroyum í arbeiðsørindum, varð í gjár varðhaldsfongslaður fyri handilsstuldur í Havn og í Eysturoy. Savnsmynd: Johan Gadegaard/Jysk Fynske Medier/Ritzau Scanpix