Veðrið mánadagin og týsdagin:
Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og útsynningi og ælingur, men eisini sólglottar. Hitin millum 12 og 16 stig.
Í gjár:
Eitt hátrýst, 1029 hPa. yvir Norðsjónum fer spakuliga norðureftir. Eitt lágtrýst, 997 hPa. eystan fyri Ísland fer í landnyrðing og dýpist.
Í dag:
Millum hátrýstið yvir norðara Norðsjógvin og lágtrýstið vestan fyri Írland rekur lýggj luft av suðri móti Føroyum.