Í kvøld klokkan 19.45 spælir NSÍ seinna dystin í øðrum undanumfarinum í Conference League móti slovenska liðnum, FC Koper.
FC Koper vann í fyrra dystinum 2-0 á NSÍ, har NSÍ í meir enn ein hálvleik mátti stríðast við 10 monnum móti 11, tí Emil Weihe Joensen fekk eitt reytt kort, ið fá sum vóru til dystin kundu síggja nakað høpið í.
FC Koper er í summarhitanum í Slovenia greiður favorittur hjá altjóða veddingarfyritøkum at vinna enn ein sigur á NSÍ.
(Oddsini er galdandi fyri vanliga leiktíð)
Oddsini upp á heimasigur til FC Koper liggja millum 1,40 og 1,46.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 4,15 og 4,90.
Oddsini upp á útisigur til NSÍ liggja millum 5,00 og 7,00.











