Í annaðkvøld klokkan 19 verður ein søgulig løta í Klaksvík, tá KÍ á fyrsta sinni spælir evropeiskan heimadyst á egnum vølli við Djúpumýru í Klaksvík. Tá klaksvíkingar taka móti oddaliðnum í bestu lettlendsku fótbóltsdeildini, FK Rigas Futbola Skola, stytt RFS í Europa Conference League undankappingini.
FM1 sigur sjálvandi beinleiðis frá dystinum. Nú sær út til, at dysturin verður verður spældur fríggjakvøldið, tí leiguflogfarið við RFS hevur ikki lent vesturi í Vágum í dag. Sambært Norðlýsinum lendir leiguflogfarið ikki fyrrenn í morgin fyrrapart. KÍ hevur tó kravt, at dysturin verður spældur til ásettu tíðina.
KÍ hevur eitt gott útgangstøðið. Dysturin í Riga endaði við 3-2 sigri til KÍ. Kortini hella 15 altjóða veddingarfyritøkur eitt pinkalítið sindur meir til RFS, hóast RFS tapti 2-3 heima og skal spæla á graslíki í mun til fyrra dystin, ið var á grasi.
Oddsini uppá heimasigur til KÍ aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,50 og 2,62. Oddsini uppá javnleik aftaná vanliga leiktíð, ið hevði givið KÍ víðari luttøku liggja millum 3,25 og 3.50.
Oddsinu uppá útisigur til RFS aftaná vanliga leiktíð liggja millum 2,35 og 2,50, so veddingarfyritøkurnar hella tepurt til RFS, men tað liggur í kortunum, at vit fáa ein sera javnan dyst í annaðkvøld.
Veddingarfyritøkur: | Heimasigur | Javnleikur | Útisigur | ||
---|---|---|---|---|---|
10Bet | 2.60 | 3.45 | 2.40 | ||
1xBet | 2.60 | 3.44 | 2.46 | ||
888sport | 2.55 | 3.40 | 2.45 | ||
bet-at-home | 2.50 | 3.30 | 2.38 | ||
Betfair | 2.50 | 3.50 | 2.40 | ||
Betsafe | 2.60 | 3.50 | 2.45 | ||
Betsson | 2.60 | 3.50 | 2.45 | ||
BetVictor | 2.55 | 3.30 | 2.40 | ||
bwin | 2.55 | 3.30 | 2.40 | ||
ComeOn | 2.60 | 3.45 | 2.40 | ||
Interwetten | 2.60 | 3.30 | 2.50 | ||
Unibet | 2.55 | 3.40 | 2.45 | ||
William Hill | 2.62 | 3.40 | 2.40 | ||
youwin | 2.50 | 3.25 | 2.35 | ||
Betfair Exchange | 2.56 | 3.47 | 2.43 | ||
Gjøgnumsnitsodds: | 2.57 | 3.39 | 2.42 |