Vegakervið í Tórshavnar kommunu anno 2020

Tað skortar ikki á hugflogi av vallyftum til kommunuvalið.

 

·       Fleiri spælipláss runt um í kommununi

·       Spæliland á Argjum/Bacalao

·       Fleiri skrelliposar til barnafamiljur

·       10.000.- kr. til egið parkeringspláss

 

Hvussu stendur til við vegakervunum í Tórshavnar kommunu, tað er niðurslitið. Ferðslan økist dag frá degi, tað slítur illa uppá vegakervi. Vegakervi skal hava eina hægri raðfesting.

 

Nógvastaðni hevði verið nokk at asfaltera vegin av nýggjum, meðan aðrir vegir krevja nógv fleiri ábøtur, kloakkin endurnýggjast, el, samskiftis- og vatnleiðing leggjast av nýggjum, gøtuljós, kantsteinar á vegøksl, gongubreytir o.a.

 

Vegastrekkir við nógvari ferðslu hava eisini aðrar trupulleikar, m.a. ljóðdálking, ið er til stóran ampa fyri borgaran, ið býr tætt at hesum vegastrekkjum.

 

Larmurin frá akførunum á hesum vegastrekkjum, kann dempast. Á vegøkslini verða antin gjørdir moldskráar, sáddir við grasið og runnum. Har, ið ikki er vítt nokk finnast eisini aðrar ljóðdoyvandi loysnir, so sum ljóðdoyvandi vegir (Naturawall ella Green wall) davnordic.dk/stoejskaerm.aspx

 

Tað stutta av tí langa - uppstigan  av øllum  vegastrekkjum og asfalt á vegirnar í allari kommununi, til gleði fyri borgaran.

 

Gott val!

 

X við Jens Knudsen á lista B

 

Jens Knudsen

valevni Sambandsfloksins til býráðsvalið í Tórshavnar kommunu