- Veit ikki hví

VØKSTUR: Borgarstjórin í eini av minstu kommununum í landinum, Harry Jensen í Skúvoy, hevur onga frágreiðing um, hví tey fingu 15.000 krónur meiri inn í skatti í januar.

Skúvoy: - Nei, eg havi onga frágreiðing um, hví tað er so, sigur hann.
Hann varð gjørdur kunnugur við yvirlitið frá TAKS um fyribilsskattin í januar 2012 mikudagin, og hevur síðani hugsað um eina møguliga orsøk.
Men júst hvør orsøkin er til hetta, veit hann ikki:
- Nei, tað er vist eingin frágreiðing.

Ópálítiligt
Við seinastu uppgerð búðu einans 44 fólk í Skúvoyar kommunu.
Hóast henda veruleika – og hóast tað at bygdin hevur mist onkrar av sínum góðu skattaborgarum – vaks inntøkan í januar mánaði í ár, í mun til í fjør:
Í 2011 komu 46.559 krónur inn í skatti, meðan talið í ár var hækkað upp í 61.724 krónur.
- Sjálvandi eru 15.165 krónur ikki nógv, um samanborið verður við aðrar kommunur. Men í eini so lítlari kommunu sum okkara, ger slíkt stóran mun, slær hann fast.
Kommunan hevur sett sær fyri at loysa ávís kommunal mál í ár. Og tá kemur ein slík økt skattainntøka væl við.
Eitt av hesum arbeiðum er at gera eitt nýtt spæl til bátarnar.
- Tað sum vit hava nú er nokkso illa farið. Tað er við tíðini blivið heldur ópálítiligt.
- Tí treingja vit til eitt nýtt, sigur Harry Jensen.