Vel nýtt, vel øðrvísi!

Klæmint Olsen
Listi D - Suðurstreymoyar Sjálvstýrisfelag

"Eitt skitið val, eg siti væl, í himnasal" syngur Kári P. í einari av sínum vísum. Eg minnist ikki samanhangin, men haldi, at orðini eru rætt endurgivin. Fari at nýta tey sum smáar yvirskriftir í hesi valgrein.

Eitt skitið val
Sitandi býráðsmeirluti hevur framt ymiskt gott, treyðugt so. T.d. er ansingarøkið meira ella minni komið uppá pláss. Men tá ið vit hoyra borgarstjóran Jan reksa tað upp, ið gjørt er, so ger hann ov nógv av. M.a. nevnir hann vegakervið. Sannleikin er, at lítið og einki er hent á hesum øki hesi fýra árini. Tvær rundkoyring-ar, ið enn ikki eru lidnar, og eitt parkeringsøki í hálvum gekki. Og tá ið dupult-nevndarformað-urin Heðin sigur, at gjørdar eru 25 ára heildarætlanir, so veit eingin, hvat hann tosar um.
Valorrustan hevur kanska ikki verið so skitin sum onkuntíð áður. Prýðiligar vallýsingar eru at síggja, serliga einstøk valevni gera vart við seg. Tað er næstan so, at tú kennir teg illa, tí tú ikki hevur ráð at taka lut í hesum leiki. Samstundis hevur tú hug at fáa samkenslu við hesi valevni, ið leggja so nógv fyri, og vóna teirra vegna, a tað gongst væl.

Eg siti væl
Býráðsvalið er í stóran mun vorðið ein persónsspurningur. Sitandi Fólkafloks- og Sambandsmeirluti hevur sín innanhýsisbardaga: Verður tað Jan, ella verður tað Heðin, ið fer at seta seg í borgmeistarastólin. Í Tjóðveldisflokkinum er stóri spurningurin, um tað er Leivur, ella tað er Jógvan, ið er kandidatur til borgarstjórastarvið. Í Javnaðarflokkinum leikar eisini á, kanska ikki um hvør skal verða borgarstjóri, men um hvør skal yvirliva sum býráðspolitikkari. Skal tað verða Elin, ella skal tað verða Torfinn, ið verður at dvína?
Hetta er alt so sera spennandi, og nógvir veljarar fara óivað at hefta seg við hesi viðuskifti á valdegnum. Og satt er tað, í veruleikanum er ógvuliga lítið, ið hugsjónarliga skilir flokkarnar, ella rættari listarnar. Tí hóast tað eitur seg, at vit í Havn hava floksuppstilling, so er og verður kommunal-politikkur í allarstørsta mun real-politikkur. Harafturat kemur, at flokkarnir slett ikki hava nakran samtyktan politikk á tí kommunala økinum. Rætt er, at flokkarnir gera hvørja sína valskrá upp undir býráðsvalið, men tær verða skrivaðar í skundi og líkjast sera nógv. Hesa ferð stendur t.d. ?eldraøkið? ovast hjá øllum.

Í himnasal
Tú sigur kanska: "Eg veit tað væl, at tað í veruleikanum er líka mikið, men lat meg kortini fara á val, so havi eg gjørt mína skyldu". Ella tú gert bart og sigur: "hatta tími eg ikki". Men hví ikki siga við teg sjálva ella sjálvan: "Lat meg royna nakað nýtt og øðrvísi". Hví ikki velja eitt nýtt andlit, ein nýggjan flokk ella onkran, sum er øðrvísi, í staðin fyri medvitsleyst at velja tað sama umaftur og umaftur.
Sjálvstýrisflokkurin býður seg fram sum nakað nýtt og øðrvísi. Vit halda, at monopolið hjá teimum fýra stóru flokkunum eigur at verða brotið. Eftir okkara tykki er býráðið ov afturlatið, borgarin verður ov illa kunnaður, og borgarin hevur ov lítla ávirkan. Eisini halda vit, at umsitingin kann fáast at virka betur. Og so halda vit, at trygdin og trivnaðin hjá borgarunum skal setast í hásæti.
Sjálvstýriflokkurin biður um tín stuðul á valdegnum.