Marianna Heinesen
Valevni Tjóðveldisfloksins til Tórshavnar Býráð
Hvat bjóðar tú?
Er ein spurningur, ið eg ofta fái í hesum døgum. Er býráðsvalið blivin ein handilsvøra? Um so er, kann tað vera stuttligt at vera borgari í Tórshavnar Kommunu í hesum døgum. Tilboðini regna oman yvir øll ættarliðini um alt millum himmal og jørð. Tað kann ikki annað enn ørkymla veljararnar, og úrslitið er, at bert tey fáu tíma at lesa valgreinir ella lurta eftir valevnunum, tí samanum tikið siga øll seg vilja tað sama!!!
-Tey eldru skulu virðast ? fleiri alternativar íbúðarloysnir!
-Betri sømdir til tey ungu ? fleiri ungdómshús í nærumhvørvinum!
-Fleiri grøn økir í Havnini ? hugsið um trivnaðin til alla familjuna!
-Betri býarplanlegging ? stegðið byggióskilinum, sum nú valdar!
-Størri gjøgnumskygni í avgerðum og ætlanum ? virðið borgaran!
-Ferðslan skal verða tryggari ? fleiri gongubreytir! (M.a. út á Hamaran á Argjum!)
-Bussleiðin betrast ? so trygt kann ferðast til og frá Kollafjørð ella Kirkjubø, uttan at skula biðja um innivist!
-Hugsið um súkkluna, sum eitt alternativt til bilin ?hon dálkar og larmar enn minni! Tað ber til, ikki so?
Hetta ynski E!
Eg kundi hildið áfram við øllum, sum vit valevni varpa ljós á. Men hvat er so galið við tí? Hetta er alt øki og evni, ið viðkoma okkum øllum.
-Øll ynskja vit at búgva í eini kommunu, sum arbeiðir fyri okkum øll!
-Í eini kommunu, sum raðfestir eftir tørvinum hjá borgaranum!
-Í eini kommunu, ið virðir sínar borgarar!
-Í eini kommunu, ið lurtar eftir borgaranum!
-Í eini kommunu, ið er opin og fyrikomandi fyri ein og hvønn!
Hetta haldi E er ein góð kommuna!
Vel trivnaðin ? tað geri E!
Tað er eitt krav til komandi leiðslu at raðfesta trivnaðin í kommununi! Trivnaðurin kann ikki beinleiðis síggjast, hann kann merkjast! Trivnaðurin skal vera eitt alternativ til allar borgararnar í kommununi! Har trivnaðurin verður raðfestur høgt, sæst nøgdsemi aftur í krónum og oyrum!
Hvør kann? ? E kann!
Ein býráðslimur kann ikki gera so nógv, men í einum meiriluta í eini býráðssamgongu verður møguleikin so nógvar ferðir størri! Tjóðveldisflokkurin bjóðar ein sterkan valevnislista fram ? øll eru vit til dystin fús. Øll vilja vit, at kommunan skal tæna BORGARANUM og ikki umvent!
Komið og gerið nakað við raðfestingina ? tað fari E!
Gott val!