Veljarakanning almannakunngjørd í kvøld

Seinastu dagarnar hevur Fynd gjørt eina nýggja veljarakanning fyri Sjónvarpið og Sosialin í sambandi við gongdina í fullveldissamráðingunum

John Johannessen


Í kvøld fæst at vita, hvat vanliga føroyingurin heldur um ætlanina hjá landsstýrinum um at fáa ST upp í fullveldissamráðingarnar við donsku stjórnina.

Eisini fæst at vita, um vanligi føroyingurin heldur tað vera rætt av landsstýrinum at seta møguligt ríkidømi úr undirgrundini í veð fyri at leingja skiftistíðina, eins og landsstýrið gjørdi á seinasta samráðingarfundi.

Hetta eru nevniliga tveir av spurningunum í veljarakanningini, Fynd seinastu dagarnar hevur gjørt fyri Sjónvarpið og Sosialin.


Skuldi vera mynd av fólkaatkvøðuni

Kanningin, sum verður almannakunngjørd í kvøld, er tann triðja veljarakanningin, Fynd hevur gjørt í sambandi við fullveldissamráðingarnar.

Fyrsta kanningin varð gjørd beint eftir, at samráðingarútspæl landsstýrisins var vorðið alment.

Onnur kanningin varð gjørd eftir fyrsta samráðingarfundin millum landsstýrið og donsku stjórnina, tá danska stjórnin skúgvaði størsta partin av føroyska sáttmálauppskotinum til viks.

Sambært Fynd var ætlanin, at triðja kanningin skuldi gerast tá samráðingarnar vóru lidnar, soleiðis, at kannigin vísti støðu føroyinga til endaliga úrslitið. Veljarakanningin skuldi sostætt geva eina mynd av, hvussu úrslitið av fólkaatkvøðuni í heyst fór at síggja út.

Men samráðingarnar hava higartil ikki gingist, eins og landsstýrið hevði ætlað. Tað stendur í botni millum landsstýrið og donsku stjórnina í spurninginum um búskaparligu skiftistíðina, og tí sýnist eingin møguleiki vera fyri, at fólkaatkvøða verður hildin um ein fullveldissáttmála í heyst.


Rætt at gera kanning nú

Jógvan Mørkøre, ið samskipar arbeiðið hjá Fynd, heldur tað vera rætt at gera eina veljarakanning nú. Hann vísir á, at samráðingarnar fingu eina heilt aðra vend, enn væntað. Brádliga snúu samráðingarnar seg ikki longur um sjálvan fullveldisspurningin, men um longdina á skiftistíðini.

Harafturat vísir Jógvan Mørkøre á, at tað er áhugavert at fáa at vita, hvat fólk halda um, at landsstýrið á seinasta samráðingarfundi setti møguligar inntøkur frá einari komandi oljuvinnu í veð fyri at fáa longri skiftistíð.

Somuleiðis heldur hann tað vera áhugavert at fáa at vita, hvat fólk halda um ætlanirnar um at fáa ST upp í samráðingarnar.


Studentar gera arbeiðið

Tá Fynd ger veljarakanningar, er vanligt, at skúlaflokkar taka sær av verkliga partinum av arbeiðinum. Hetta er at ringja til fólk, seta fram spurningarnar og skráseta svarini.

Hesaferð tekur ein studentaskúlaflokkur í Hoydølum sær av arbeiðinum, og hevur lærari teirra, Christian Ihlen, umsjón við, at alt fer rætt fram.

Mánadagin og týsdagin tókust næmingarnir við at ringja kring landið og seta fram spurningarnar. Dagurin í gjár fór við at skráseta svarini á teldu og rokna saman.

Veljarakanningin spyr, umframt áður nevndu spurningarnar, millum annað, hvønn flokk fólk høvdu valt, um val var í morgin, hvønn flokk fólk ynskja sín flokk at samstarva við, hvønn politikkara fólk helst høvdu sæð sum løgmann og um fólk taka undir við, at Føroyar verða skipaðar sum fullveldisríki, um tillagingartíðin verður fýra ár.