Veljarakanning kunngjørd í dag

Útvapið og Dimmalætting kunngera í dag eina veljarakanning um gongdina í fullveldismálinum

Seinnapartin í dag fara Útvarpið og Dimmalætting at almannakunngera eina veljarakanning, sum millum annað snýr seg um gongdina í fullveldismálinum.

Í kanningini er fólk millum annað spurd, hvør tey halda eigur at lastast fyri, at samráðingarnar við danir hava gingist so illa, sum tær hava.

Eisini eru fólk spurd, hvørjir tveir av teimum stóru flokkunum tey meta vera best egnaðar at fáa eina góða avtalu í lag við danir.

Umframt hetta eru fólk spurd teir vanligu spurningarnar, um hvønn flokk, tey høvdu valt um val varð í morgin, hvønn tey meta vera best egnaðan til løgmann og so fram vegis.

Tað er eins og áður Fynd, sum hevur gjørt vejarakanningina fyri Útvarpið og Dimmalætting.