Í Dimmalætting, sum kemur í sølubúðirnar í kvøld, er ein fesk veljarakanning, sum vísir, at samgongan hevði varðveitt meirilutan á tingi, um val var í dag.
Javnaðarflokkurin er framvegis størsti flokkur, hóast hann hevur ein afturgongd upp 1,1 prosentstig. Javnaðarflokkurin fær 25,4 prosent. Tað gevur Javnaðarflokkinum 8 tingsessir, ein færri enn á løgtingsvalinum 8. desember.
Næststørsti flokkur er Fólkaflokkurin, sum við eini framgongd upp á 3 prosentstig síðani løgtingsvalið kemur upp á 21,9 prosent, sum gevur flokkinum 7 tingsessir, ein meira enn á løgtingsvalinum.
Sambandsflokkurin er á triðja plássi. Men hóast flokkurin er í andstøðu, so gongur hann aftur, um enn bert eitt vet. Sambandsflokkurin fær í kanningini 19,6 prosent, sum er 0,4 prosentstig minni enn á valinum seinast. Flokkurin varðveitir kortini sínar 7 tingsessir.
##med2##
Umframt Fólkaflokkin hevur eisini Framsókn framgongd í kanningini. Flokkurin fer úr 7,5 prosentstigum upp í 8,5 og varðveitir teir tríggjar tingsessirnir.
Miðflokkurin hevur eina lítla afturgongd upp á 0,8 prosent í kanningini og fær 5,8 prosent, og flokkurin varðveitir báðar tingsessirnar.
Sjálvstýrisflokkurin røkkur heldur ikki upp um tinggáttina í hesi kanningini. Hann gongur aftur út 2,7 prosentum á seinasta løgtingsvali til 1,9 prosent í kanningini. Fyri at fáa tingsess krevjast 3,03 prosent.
##med3##
Tilsamans fær samgongan í kanningini 50,8 prosent. Andstøðan fær 47,3 prosent. Atkvøðurnar hjá Sjálvstýrisflokkinum, 1,9 prosent, fara fyri skeyti, tá flokkurin ikki verður umboðaður á tingi.
Samgongan fær 17 tingsessir, ein færri enn á valinum.
Andstøðan fær 16 tingsessir, ein fleiri enn á valinum.
Lesið meira í Dimmalætting ella á dimma.fo, har haldarar kunnu lesa blaðið.