Venjarin hjá Fremad Amager gevst

Peer F. Hansen og Fremad Amager leingja ikki samstarvið. Peer F. Hansen tók við sum høvuðsvenjari í felagnum, tá Benny Johansen í oktober varð fluttur úr venjara- í managersessin. Roknað varð við, at Peer fór at halda fram í sessinum, men nú er greitt, at tað ikki verður so. Hann og felagið hava tosað um nýggjan sáttmála, men hesin verður tó av ongum, skrivar bold.dk.