Vetraræl og vindur av norðri liggja yvir okkum komandi dagarnar. Um vikuskiftið nærkast nøkur lýggj lágtrýst okkum aftur.
Í dag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri, 10 til 15 m/s, sum seinnapartin makar niður í andøvsgul, 8 til 13 m/s. Samdrigið ella skýggjað og ælaveður, møguliga vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 5 hitastig.
2. jóladag
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri ella landnyrðingi, 10 til 15 m/s. Yvirhøvur skýggjað og regn, vátaslettingur ella kavaæl og hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Mikudagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av norðri og landnyrðingi, 10 til 15 m/s, sum spakuliga makar í andøvsgul, 8 til 13 m/s. Samdrigið og ælaveður, møguliga við vátaslettingi ella kava. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig.
Hósdagin
Gul til stívt andøvsgul av norðri og landnyrðingi, 5 til 10 m/s, út á náttina lot til andøvsgul, 3 til 8 m/s. Samdrigið og okkurt æl, møguliga sum vátaslettingur ella kavi. Hitin millum frostmarkið og 4 hitastig. Um náttina yvirhøvur turt og lutvíst klárt og hitin millum frostmarkið og 5 kuldastig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Um náttina lækkar í ein landsynning og øtlar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi, 8 til 13 m/s. Sólglottar, men møguliga okkurt æl, vátaslettings- ella kavaæl. Hitin um dagin millum frostmarkið og 4 hitastig, um náttina niður í 6 kuldastig í støðum.
Leygardagin
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s. Seinnapartin støkkur hann vestur um og makar í andøvsgul upp í ein strúk í vindi av útsynningi, 8 til 13 m/s. Skýggjað og regn og hitin millum 3 og 8 stig.