Verjan brúkti 400.000 krónur at flúgva Fríðrik kong til OL

Kongurin fleyg til Fraklands í summar at hyggja at OL-hondbóltsfinaluni. Flogferðin kostaði verjuni 392.000 krónur.

Jens Dresling/Ritzau Scanpix

Tað kostaði Verjuni 392.000 krónur at leiga eitt flogfar, sum flutti Fríðrik kong og Christian krúnprins til og frá OL í Fraklandi í summar.

Tað vísir innlit í skøl hjá Verjuni, sum Ekstra Bladet hevur fingið innlit í.

Sambært miðlinum vóru kongurin og krúnprinsurin í franska býnum Lille fyri at hyggja at donsku hondbóltsfinalu-sigrinum hjá monnum móti Týsklandi.

Umborð á flogfarinum vóru eisini uttanríkisráðharrin Lars Løkke Rasmussen og kona hansara, Sólrun, umframt privatskrivarin hjá ráðharranum.

Ætlanin var, at kongurin skuldi flúgvast við Challenger-flogari hjá verjuni, sum sambært Ekstra Bladet hevði kostað góðar 126.000 krónur.

Men orsakað av eini rivu í flogfarinum bar tað ikki til.

/Ritzau/

 

 

Jens Dresling/Ritzau Scanpix