Á brúnni umborð á »Nukik« sita tveir hvítthærdir og skeggvaksnir menn, sum í øllum brøgdum líkjast sjómonnum frá tíðini, tá skip vóru úr træi og navigeringin fór fram við sekstanti.
Søren Hansen situr í skiparastólinum. Hann eigur skipið og hevur leiklutin sum skipari umborð. Søren hevur búð í Grønlandi seinastu fimm árini, har hann hevur arbeitt í grønlendsku orkuveitingini, men tá hann fekk arbeiði bjóðað á Nykøbing Falster, gjørdi hann av at fara heim aftur til Danmarkar.
Men oftast vilja fólk ikki fara frá einum landi tómhent. Tey vilja hava okkurt tinganest við sum minni ? ein souvenir.
Søren Hansen tók ett gamalt verjuskip við heimaftur.
Piðað rov
»Nukik« varð bygdur á Bogense Bådbyggeri í 1962 og fór beinanvegin í sigling sum sjóverjuskip í havinum kring Grønland. Seinastu árini hevur skipið bara ligið, og tá Søren Hansen keypti tað, líktist skipið einum piðaðum rovi. Einki tól var á brúnni, og skipið var illa farið alt sum tað var.
Tað tók skipaeigaranum og teimum trimum monnunum úr Danmark, sum hann hevur fingið at hjálpa sær, ein góðan mánað at seta skipið og so frægan stand, at tað fekk loyvi at sigla. Søren Hansen væntar at tað fer at taka honum eini fýra ár at putlast við at umvæla skipið. Tá tað er gjørt fer hann at sigla leigutúrar við ferðafólkum við skipi sínum.
Undrast yvir áhugan
Teir fýra sjómenninir løgdu leiðina úr Arsuk í suður Grønlandi til Reykjavíkar fyri góðum fjúrtan døgum síðan. Túrurin til Reykjavíkar tók teimum hálvtsjeynda samdøgur. Síðan løgdu teir leiðina til Føroya og eftir trimum samdøgrum komu teir á Havnina. Herfrá fara teir víðari til Hetlands. ?
Skiparanum dámdi lítið viðferðina teir fingu frá havnamyndugleikunum í Reykjavík, men honum dámar væl á Havnini.
? Tá vit komu til Reykjavíkar var tað ein øgilig rúgva av formellum pappírum, ið skuldu fyllast út og undirskrivast og vit skuldu gjalda fyri bæði eitt og annað. Millum annað fingu vit eina rokning á yvir túsund krónur fyri »nýtslu av vitum«. Tað kostaði okkum upp ímóti trýtúsund krónur at fara inn í Reykjavík og vera har í tvey samdøgur. Her á Havnini gjalda vit 80 krónur um dagin, sigur Søren Hansen.
Umborð á »Nukik« undrast teir yvir tann stóra áhuga, sum føroyingar tykjast hava fyri skipum.
? Her ganga fólk allan dagin og hyggja og koma umborð ella koyra tey spakuliga framvið, og nú koma tit, sigur hin maðurin á brúnni, Karsten Jensen, við myndamannin og blaðmannin.
»Nukik« skuldi ætlandi leggja leiðina til Hetlands í morgun.