Veruleikans eygu í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið fær í morgin vitjan av ferðaframsýning, ið skal umboða listafólk, ið hava nógv felags, hóast tað kanska ikki sæst beinanvegin.

Fríggjadagin 15. januar kl. 17:00 letur upp framsýning í Norðurlandahúsinum. Framsýningin kallast "Realitetens Øjne".

Talan er um ferðaframsýning, ið hevur verið á Listasavninum í Akureyri og í Norræna Húsinum í Reykjavík.

Tey, ið hava verk við á sýningini eru:

Michael Kvium og Martin Bigum, Danmark

Markku Laakso og Olli Summanen, Finnland

Daði Guðbjørnsson og Helgi Torgils, Ísland

Therese Nordtvedt, Noreg

Ernst Billgren, Svøríki

Karin Kneffel og Milan Kunc, Týskland


Daði Guðbjørnsson, ein av framsýnarunum, hevur skrivað soleiðis um framsýningina:

"Framsýningin skal umboða ein bólk av figurativum listafólkum, sum einamest hava verið at finna í útjaðaranum av høvuðsstreyminum, men sum hava nógv felags, kannar ein verk teirra nærri. Tað, tey hava felags, sæst ikki so væl uttan á, men tess betri á teirra máta at nærkast tilfarinum og heiminum".

Úr Norðurlandahúsinum ferðast framsýningin víðari til Horsens Kunstmuseum.