Verulig varðandi virðir

Jaspur Vang
Valevni Sambandsfloksins
í Suðuroy.
????
Nútíðar vælferðarsamfelagið Føroyar er ikki ein sjálvfylgja.
Framtíðar vælferðarsamfelagið Føroyar er heldur ikki ein sjálvfylgja.
Tí er fólkatingsvalið so avgerðandi fyri vælferðarsamfelagið Føroyar.
Vil veljarin tann 8. februar 2005 vera púrasta vísur í at velja ein flokk, sum hvørki tekur nútíðar- ella framtíðar vælferðarsamfelagið Føroyar sum eina sjálvfylgju, er valið einfalt.
Hví er valið so einfalt ?
Jú, tí veruleikin er tann einfaldið, at føroyingar við ábyrgdarkenslu fyri samtíðini og framtíðini skaptu vælferðarsamfelagið Føroyar í ríkisfelagsskapi. Í sjálvum sær er her talan um eina sera einfalda, men avgerðandi og óreingiliga staðfesting av veruleikanum.
Vit búgva í einum av heimsins mest framkomnu, frælsastu og tryggastu vælferðarsam- feløgum. Tað er her, rótin rann, eins og tað er her, vit ynskja at búleikast - eisini í framtíðini.
Boðskapur Sambandsfloksins hevur verið - og er púra greiður. Flokkurin ynskir framhaldandi at virka fyri m.a.
?álitisfullum samstarvi í ríkisfelagsskapinum,
?betur marknaðaratgongd til londini í Europasamveldinum og
?vinnulívsfremjandi, miðvísari gransking á høgum støði.
Sambandshugsjónin sigraði við seinasta løgtingsval og gjørdist Sambandsflokkurin tí eisini størstur í atkvøðutali. Løtan at gera endaliga upp við kollsiglda fullveldiseksperimentið og fullveldisfíggjarliga óførið er nú komin.
Aðrir flokkar ynskja limaskap í Norðuratlantsbólkinum. Sambandsflokkurin ynskir samstarv millum Føroyar, Danmark og Grønland.
Tað ber snøgt sagt ikki til at hava fólk gangandi á Chistiansborg og mótarbeiða tí politikki, sum verður rikin á Føroya Løgtingi og undirgrava og bróta niður tað, sum føroyingar bygdu upp í ríkisfelagsskapi.Tað ber heldur ikki til at velja flokkar, sum ikki hava eina greiða støðu í spurninginum um ríkisrættarliga støðu Føroya í framtíðini.Valið komandi týsdag er tí í veruleikanum eitt val fyri - ella ímóti ríkisfelagsskapinum.
Sambandshugsjónin byggir á tey grundleggjandi varðandi virðini.
Lat okkum tí standa saman um Sambandsflokkin.