Talv
Ilt er at ímynda sær størri spenning undan seinasta umfari í 1. deild í FM-liðkappingini. Tvey lið stavn um stavn í oddinum og fýra lið í botninum, sum øll vildu halda seg uppi í deildini, samstundis sum møguleiki var fyri bronsu.
Eingin ivi
Vestmenningar gjørdu bart í teirra dysti ímóti kollfirðingum. John Rødgaard var eitt skifti undir trýsti móti Hans Kristiani Simonsen, men megnaði at fáa javnt. Hinir telvararnir á vestmannaliðnum høvdu frá góðum til vinnandi støður. Úrslitið varð loksins 3-1.
Havnarmenn vóru skerdir í dystinum móti Klaksvík 1. Helgi Dam Ziska var staddur í Íslandi, har hann tekur lut í Reykjavík Open. Áðrenn kappingin byrjar mánadagin, skuldi Helgi fáa køna venjing saman við íslendskum stórmeistara. Við Helga á ferðini er faðirin Andrias Ziska.
Klaksvíkingar høvdu í miðspælinum góðar støður á flestu borðunum og úrslitið varð eisini ein sera kærkomin sigur til botnliðið. 2,5 - 1,5. Martin Poulsen var sera sannførandi á 1. borði hjá Havnini. Hann fekk 6 stig av 7 møguligum.
Tískil økti vestmenningar um frástøðuna frá hálvum stigi undan 10. umfar til tvey stig tá avtornað varð. Teir vunnu níggju dystir og leikti ein javnan. Rættiliga sannførandi. Ein blandingur av seriøsiteti, felags fyrireikingum og góðum samanhaldi, var uppskriftin og meira enn viðvirkandi til megnarúrslitið.
Teir fýra føstu á gullliðnum, John Rødgaard, Carl Eli N. Samuelsen, Samson Højgaard og Jákup á Rógvu Andreasen, høvdu allir góð og støðug úrslit:
John Rødgaard6,5 av 9
Carl Eli N. Samuelsen7,0 av 9
Samson Højgaard6,0 av 10
Jákup á R. Andreasen6,5 av 7
Sjúrður Thorsteinsson1,5 av 4
John Jacobsen0,5 av 1
Óhoyrt botnstríð
Flest øll høvdu væntað, at eitt av klaksvíksliðunum fór at flyta niður. Tey høvdu bæði 14 stig á aftasti plássi, meðan hvalvíkingar og kollfirðingar ávíkavist høvdu 15 og 15,5 stig.
Men fyri kollfirðingar gekk alt av skriðuni til leygardagin. Teir fingu 1 stig móti vestmenningum og væntað varð, at hetta varð nóg mikið. Men Klaksvík 1 vann heldur óvæntað sín dyst móti havnarmonnum, samstundis sum Klaksvík 2 vann tepran sigur á hvalvíkingum.
Men áðrenn dysturin millum Klaksvík 2 og Hvalvík varð avgjørdur, lá sera nógv í talvinum á 1. borði millum Rana Nolsøe og Haldur Suna Johansen. Støðan var tá 2-1 til Klaksvík og hetta seinasta talvið varð avgerandi fyri niðurflyting og bronsu.
Mannfjøldin kring talvið vaks og vaks. Rani, sum leingi hevði havt finnu minni, bardist fyri javnleikinum, sum vildi bjargað klaksvíkingum frá niðurflyting, samstundis sum teir fingu bronsuna. Um talvið endaði javnt, flutti kollfirðingar niður. Men vann Haldur, ja so fóru klaksvíkingar niður í 2. deild og hvalvíkingar vildu vunnið sær bronsuna. Endin varð, at talvið endaði við javnleiki. Klaksvík 2 bronsuna orsakað av flest vunnum dystum av teimum fýra jøvnu liðunum á triðja/aftasta plássi. Kollfirðingar flyta niður, tí teir høvdu fægstu dystarstig.
Sandavágsmenn vunnu teggjuna
Tað grør um gangandi fót í Sandavágs Talvfelag. Teir eldru telvararnir hanga sanniliga enn í, og teir ungu vunnu føroyameistaraskapin í unglingadeildini. Sandavágsmenn vunnu bæði 2. deild, 3. deild og, sum nevnt, unglingadeildina.
Ársins telvarar 2005
Endatiltakið í Vestmanna eydnaðist avbera væl. Stemningurin var góður, spenningurin í hæddini og vertirnir vunnu gullið.
Forsetin í Talvsambandi Føroyum, Jógvan Joensen, og borgmeistarin í Vestmanna kommunu, Karl Olsen, bæði settu og endaðu stóra talvdagin við steypahandanum.
Ársins telvari og ársins stjørnuskot 2005 vórðu somuleiðis avdúkaðir: Helgi D. Ziska og Rógvi Dragaberg.