Vetrarjazzur nú eisini á bygd

Quarter to Three og Laila av Reyni eru nøvnini, ið fara á pall, tá havnatiltakið Vetrarjazzur ger innrás í Tøting í Syðrugøtu.

Árliga Vetrarjazz tiltakið hevur síðan 2009 verið partur av tónleikalívinum í Havn. Hóast tiltakið higartil bert hevur verið í Havn, er Tónleikasamtakið Grót í Gøtu, við hugnaliga spælistaðnum Tøting í Syðrugøtu, eisini sloppi upp í part. Laila av Reyni og Quarter to Three fara á pall kl. 21.00 fríggjakvøldið 31. januar.

Á skránni hetta kvøldið eru Laila av Reyni, ið gav út sína fyrstu fløgu í heyst. Ein útgáva sum hevur vakt miklan ans, fløgan hevur fingið góð ummæli og er blivin spæld í sponskum, brasilianskum og íslendskum útvarpstøðun.

Laila av Reyni er ein føroysk songkvinna, sangskrivari, sniðgevi, undirvísari og innanduraarkitektur. Hon hevur verið mest kend fyri at skapa vakrar kjólar, eitt nú hevur tann danska modellin til Miss World 2012 gingið á catwalk í kjólum sum Laila hevur sniðgivið.

Quarter to Three er ein rímuliga nýggjur bólkur úr Klaksvík, sum tó er mannaður við royndum tónleikarum. Bólkurin hevur enn ikki útgivið nakra fløgu, men lagið “Saman Við Tær”, hevur verið nógv spælt føroyskum útvarpi.

Bólkurin er í við sínum jazzutta stíli eitt nýbrot innan tónleik í Klaksvík.

Manningin í Quarter to Three er:
Dánjal Kjærbo - Sang/Guitar
Magni Husgaard - Klaver
Jógvan F Baldvinsson - Bass
Jens P Joensen - Trummur