“Vi kommer til å knuse dere, Norge”

Soleiðis skrivaði Gilli Rólantsson í skemti á Twitter og so fór telefonin at ringja

Soleiðis skrivaði Gilli Rólantsson í skemti á Twitter, tá tað bleiv greitt, at Føroyar komu í bólk saman við Norra til EM 2020 undankappingina. Hetta er fyrstu ferð, at vit møta grannatjóðini í altjóða kapping

Brot úr grein í Sosialinum 5. juni 2019 

Gilli Rólantsson Sørensen spælir til dagligt við norska felagnum Brann Bergen. Hann verður javnan argaður av norsku liðfeløgunum, tá tað kemur til landsliðsfótbólt. Tað var tí í skemti, at tvøramaðurin skrivaði orðini “Vi kommer til å knuse dere, Noreg” á sosiala miðlinum Twitter. 

- Eg spæli jú í Norra, so tað var bara fyri at arbeiða upp á teir. Eg fór akkurát í ein flúgvara, og tá eg opnaði Twitter aftur var ein ørgrynna av boðum. Eg havi ikki sæð nakað líknandi fyrr, sigur Gilli við eyðkendu suðuroyardialektini. Hann hevði ikki meir enn tendrað telefonina, tá hon fór at ringja.

 ##med2##

- Eg bleiv uppringdur av fleiri miðlum. Eg svaraði tveimum av teimum, og tað fór kring alt landið. Fleiri fólk hava eisini skrivað til mín í øðini. Eg haldi ikki tey skiltu, at eg bara skrivaði tað í skemti, sigur Gilli Rólantsson. Hann sigur at liðfelagirnir nú bara ganga og arga hann.

- Teir skemta við hvussu nógv Norra fer at vinna, men tað motiverar meg bara. Eg angri hatta ikki, men tað var í skemti og tað mugu fólk tola, sigur føroyski landsliðsspælarin í norskum fótbólti. Hetta verður fyrsti dysturin í altjóða kapping móti Norra.

 ##med3##

Hann droymir nú um at gott úrslit móti Norra, so tað verður lættari at koma aftur til Brann eftir landsdystin.

-  Tað hevði sjálvandi verið stuttligt at vunnið á Norra, men tað verður ringt. Tapa vit stórt, so verið eg argaður, men klára vit at vera við og kanska fáa ein javnleik, er tað eisini á einari leið, sigur Gilli Rólantsson at enda.

##med4##

Dysturin millum Føroyar og Norra verður mánakvøldið klokkan 19.45. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum. Byrjað verður at send av Tórsvølli frá klokkan 18. Millum gestirnar verður norski miðvallarin hjá KÍ, Simen Sandmæl.

##ms##