Hann nevnir m.a., at um reglur verða gjørdar so við og við so kann samfelagið tillagast og broytast til tað hann nevnir vinnarabreytina og koma burtur av taparabreytini. Hesa siðvenju hava vit tíverri ikki her heima. Vit eru harafturímóti von við hovsaloysnir. Tak t.d. fíggjarløgtingslógina og lógavuarbeiðið generelt. Tingmenn fáa í rúgvuvís av málum á borið í einum, og sostatt ikki ein reellan møguleika at seta seg inn í øll málini. Tó finst okkurt undantakið. Var tingarbeiðið eitt fultíðarstarv var møguleiki at koma burtruúr hesum.
Hetta hava vit sæð í so stóran mun í m.a. í Danmark og í Svøríki. Men tað krevur eitt lógávuvald og eitt vinnulív, sum arbeiða professionelt. Í Føroyum hava vit tíverri ikki somu traditión fyri einum professionellum- lógávuarbeiði ella vinnulívi.Vit minna meira um eina bananrepublik sum fær eitt ískoyti úr Danmark. So her skal eitt miðvíst arbeiði gerast fyri at hækka støðið. Eitt nú kundi Føroya Handilsskúli gjørt eina politikaraútbúgvingum kvøldarnar.
Vit mugu burtur fra sjálvtøkumentanini. Tað er ein neyðug fortreyt Kjartan ikki kemur nóg væl inn á.
Eitt annað mál tikið kundi verið fram er tann manglandi realitetssansur, sum tykist at hava fingið fætur á fólki. Nærmast eufori. Nú skulu føroyingar hava loysing beint eftir, at vit fingu eitt endurgjald fyri bankamálið. Óansæð hvat eitt fleirtal sambart eina veljarakanning meinar, so verður ein loysing innan fimm ár tann ?vissi deyði?. Vit koma at mangla umleið 900 milliónir, sum so skulu innkrevjast við skatti og MVG.
Annað hevði verið um talan var um eina langtíðarætlan (10 - 20 ár) fyri einum projekti sum kundi verið loysingin. Landsstýri kundi so avsett nakrar 100 milliónir av árliga. Men bert at leypa á bláman er óðamannaverk. Landskassin eigur at vera so sterkur fíggjarliga, at ein munandi niðurgongd í fiskivinnuni kann tolast samstundis sum eingin olja er at finna. Tað vil siga at landskassin í minsta lagi skal eina nakrar mia. kr. í lansbrøvum. Og tað tekur tíð at samla hesa upphædd.
Viðvíkjandi tí at miðfyrisitingin skal umskipast hevur Kjartan púra rætt. Tað er púra burtur við, at skipa fyrisitingin sum var talan um eina danska ella grønlendska kommunu. Talan er jú um eitt kopi. . So fyri tí kundu vit fingið eitt fotokopi, sum bert kostar 1 kr, og ikki nakað sum kostaði eina millión
Og tað er ein ónýtulig loysn, sum ikki á nakran hátt tekur hædd fyri føroyskum viðurskiftum. Vit hava fingi eina uppblásta fyrisiting. Men so kann sigast hinvegin at ein loysing alt fyri eitt hevði kravt umstrukturering, tí pengar eru tá ikki til eina slíka ógvusliga og bombastiska fyrisiting.
Eitt meira fjølbroytt vinnulív kundi t.d. verið ein meira fjølbroytt framleiðsla. Hetta innan fiskivinnuna. Tað er trupult at gera tað annarleiðis í størri mun. Hartil verða eindarkostnaðurin alt ov stórur. Og tó kan eg nevna at eitt grønlendsk lambstjógv verður selt fyri kr. 300- 400 í Keypmannahavn!
Viðvíkjandi tí at fólk venda sær frá studningspolitikkinum, so er talan um eufori aftaná úrslitið av bankamálinum. Fólk koma nokk niður aftur á jørðina um eina tíð.
Annars eitt frálíkt ískoyti frá Kjartani til eitt annars alt ov veikt og ?dovið?orðaskifti.
Gordon Ejdesgaard