Viðmerking til samrøðu í útvarpinum hjá Kringvarpinum

Stutt viðmerking til úttalilsi hjá John Johannesen í Kringvarpinum á døgverða í dag 30. juni.

Tað er heilt ófatiligt, at landsstýrismaðurin í innlendismálum, John Johannesen, og umboð fyri Landsverk, blíva við at pástanda, at ein politisk semja varð gjørd um innkomuvegin til Havnar á fundinum á Ráðhúsinum tann 17.
juni.

Bæði John Johannesen og Evald Kjølbro eru fullvitandi um, at borgarstjórin í Havn ikki hevur heimild at binda býráðið til eina tílíka semju, líka so lítið, sum John Johannesen sum landsstýrismaður kann binda løgtingið til nakra semju.

Tí kann semjan ikki vera gjørd bert við einum fundi sum tann 17. juni.

Eg havi eina býráðssamtykt at fyrihalda meg til, og júst tí var okkara uppskot, at teknisku fyrisitingarnar arbeiddu víðari við einum uppskoti, sum kundi góðkennast av býráðnum. Fyrr enn tað er hent, kann ikki verða talan um nakra semju.

Til orðini hjá John Johannesen um, at hann ikki skilir, at farið er út í bløðini at klandrast um íspunnu søguna hjá Landsverk, um at ein semja varð gjørd, skal eg bara vísa á, at tað ikki er borgarstjórin í Havn, sum er farin í bløðini við hesum málinum.

Tað vóru John Johannesen og Evald Kjølbro, sum eftir fundin sendu tíðindaskriv við teirra íspunnu niðurstøðu um eina semju til miðlarnar.