Í tíðindaskrivinum eru nakrir skeivleikar, og vil eg umrøða teir her:
Lat meg taka seinasta reglubrotið fyrst. Har verða trygdarumboð(undirritaði) og skúlaleiðsla ákærd fyri at hava ført fram, at talan er um álvarsligan heilsuvanda og á tann hátt loypt ræðslu á næmingar, foreldur og starvsfólk uttan at hava nakran fakligan førleika at meta um heilsuvandan.
Til hetta vil eg eg siga:
Tað er rætt, at vit ikki hava fakligan førleika til at meta um heilsuvandan á skúlanum, men vit hava álit á, at arbeiðsmedisinarin á Arbeiðseftirlitinum hevur nóg góðan fakligan førleika, og tí vísa vit eisini til hansara í okkara útsøgnum.
Í lógini um arbeiðaravernd stendur m.a. soleiðis:
Trygdarnevndin skal fyriskipa, leiða, ráðgeva, kunna og hava eftirlit við tí trygdar- og heilsuliga arbeiðinum á virkinum.
Arbeiðsplássið skal vera soleiðis innrættað, at tað lýkur øll trygdar- og heilsulig krøv.
Viðurkendar normar og fyrisett mát, ið hava trygdar- ella heilsuligan týdning, skulu fylgjast.
Sum trygdarumboð fyri starvsfólkið í Tórshavnar Kommunuskúla havi eg skyldu at kunna um viðurskifti, sum kunnu vera heilsuskaðilig. Tað kann væl vera, at býráðið ikki hevur eina juridiska skyldu at kunna tey, ið dagliga eru inni í Kommunu-skúlanum, men tað finst eisini nakað, ið vit kalla ein moralsk skylda, so í hesum sambandinum er tað veruliga bert ein spurningur um, hvørjum støði moralurin er á.
Í tíðindaskrivinum verður ført fram, at blámusoppur ikki er akutt skaðiligur og yvirhøvur verður tann møguligi heilsuvandin av soppavøkstri tónaður sera langt niður. Eg eri ótrúliga imponeraður av hesum útsøgnum hjá býráðnum, eg visti ikki av, at býráðið hevði ein soppaserfrøðing í starvi, hvørs fakligi kunnleiki lá langt oman fyri vitanina hjá øllum øðrum serfrøðingum.
Eg gjørdi mær tann ómak at fara á alnótina at leita eftir tilfari um blámusopp, og tað var ikki smávegis eg fann, allastaðni verður blámusoppavøkstur í bygningum mettur sum ein heilsuvandi.
Kanningin sum Teknologisk Institut hevur gjørt fyri Tórshavnar Býráð var framd 3. august 2007, t.v.s., at skúlin hevði staðið tómur í ein góðan mánað og haraftrat hevði tað eisini verið lutfalsliga turt í nakrar vikur. Um hesi viðurskifti hava nakran týdning fyri kanningarúrslitið eri eg ikki førur fyri at siga við vissu, men eg rokni við, at hetta hevur eina ávísa ávirkan.
Eitt annað, sum eg undrist á er, at býráðið ger eina tílíka kanning, tá úrslitið av henni ongan týdning hevur. Tað er at søpla burtur pengarnar hjá skattaborgarunum í Tórshavnar Kommunu.
Hvør er so veruleikin?
Veruleikin er, at kanningin er bert gjørd á 20 ávísum støðum í skúlanum. Á tveimum støðum í gongini er soppavøksturin væl oman fyri markvirði, í sangstovuni og í einari floksstovu er soppavøksturin oman fyri markvirði. Teknologisk Institut mælir eisini til, at kanningin verður víðkað til at umfata allan bygningin. Vert er at leggja sær í geyma, at tað ikki er soppurin sum so, ið er helsuskaðiligur, men sporarnir, sum eru so lættir, at teir sveima í luftini. Hesir sporar kunnu sambært upplýsingum okkara gera skaða á andingarleiðina hjá fólki, og serliga eru tað tey, ið framman undan hava trupulleikar við andingarleiðini t.d. tey, ið hava astma, astma/bronkitis og cystiska fibrosu. Við hesum í huga sigur tað seg sjálvt, at tað er als ikki uttan vanda at ganga har, ið blámusoppur er staðfestur. Í gongini í Kommunuskúlanum ganga fólk líka frá kl. 8 á morgni til kl. 10 – 11 á kvøldi.
Lívstreytirnar hjá soppavøkstri eru hesar: Har skal vera vætukent, har skal vera lívrunnið tilfar og luftskiftið skal vera vánaligt. Allar hesar treytir eru til staðar fleiri staðni í Kommunuskúlanum.
Flestu vindeygu eru so rotin, at væta seyrar inn gjøgnum, tá ættin stendur á. Væta setir eisini inn gjøgnum klædningin, sum ikki er serliga gamal. Bjálvingin á útveggunum er sera vánalig. Í hvørjari stovu eru 22 – 25 næmingar. Luftskifti er sera vánaligt. Innast á útvegginum er træbetong, sum inniheldur lívrunnið evni. Alt hetta ger at vakstrar-umstøðurnar hjá soppum eru næstan optimalar. Haraftrat eru onnur brek, sum skyldast vánaligt viðlíkahald, t.d. lekur takið í eyri og seyri.
Tá eg lesi tilráðingina í rapportini frá Teknologiskt Institut, er ongin ivi. Citat: Er årsagen til skimmelvæksten alene mangefuldt vedligehold, må der straks rettes op på dette.
Saman við frágreiðingini er eisini ein tilráðing til handverkarar, tá teir arbeiða á støðum við blámusoppi. Henda tilráðing vísir greitt, hvussu álvarsliga Teknologiskt Institut metir vandan.
Niðurstøðan hjá mær er framvegis: At Tórshavnar Býráð skuldi kunnað øll, sum hava nakað við skúlan at gera um kanningarúslitið, ístaðin fyri at gera hetta til eitt klandursmál, og harvið skyldar býráðsfomaðurin og leiðarin fyri teknisku deild okkum eina umbering fyri orðingina í seinasu reglubroti í tíðindaskrivi teirra.
Vónandi hevur Tórshavnar Býráð funnið nøktandi loysnir upp á teir akuttu trupulleikarnar. Lat ongan iva verða um, at øll, ið nýta hølini í Kommunuskúlanum fegin vilja samstarva um skilagóðar loysnir.