Við Atlantsflog til The Big Apple

Nú flýgur Atlantsflog eisini um Atlantshav

 

Týsdagin fleyg Atlantsflog fyrsta túrin úr Vágum til Stewart flogvøllin uttan fyri New York

Á so drúgvum flog­ferð­um veldst flogtíðin sum vera man um veður og vind, og tað vildi so væl, at flog­túr­urin var ein tíma stytri enn á­sett, so flogtíðin var seks tímar og 20 minuttir.

Við á fyrsta flogtúrinum vóru umframt umboð fyri fjøl­miðlar, eisini umboð fyri før­oysku ferðavinnuna, ið so­leiðis kunnu royna at vinna sær sambond handan hav. Lands­stýr­is­mað­ur­in Bjarni Kárason Petersen, sum varðar av Atlantsflog í landsstýrinum, var eisini við, eins og onnur umboð fyri At­lantsflog.

 

##med2##

##med3##

##med4##

Tað eru tríggir stórir flog­vøll­ir í New York, altjóða flog­valli­rnir J. F Kennedy og New­ark umframt inn­an­rík­is­flog­vøll­in La Guardia. Tað hevur ikki eydnast Atlants­flog at fáa atgongd til hesar flog­vallir enn, og tí verður flog­ið til Stewart flogvøllin, sum liggur ein góðan tíma utt­an fyri New York.

Jóhanna á Bergi, stjóri í At­lantsflogi, hevur sagt, at or­søkin til, at tað bleiv júst Stewart International Air­port, er, at har bar til at fáa bestu tíðina at lenda í.

 

##med5##

##med6##

##med7##

Tað verður skipað fyri bus­s­flutn­ingi inn til New York í sambandi við túr­ar­nar hjá Atlantsflogi, og tað ber til at keypa sær pláss við buss­i­num frammanundan.

Ætlanin var, at Atlantic Air­ways skuldi flúgva úr Vág­um til New York sjey týs­dagar frá 22. august til og við 10. oktobur, men tað er nú broytt til fimm ferðir, tí at ov fáir ferðaseðlar eru seld­ir. Hjá Atlantsflog siga tey, at orsøkin til tað helst er stutta skotbráið, ið fólk fingu, tí tað var kunngjørt so seint, at nú var klárt at flúgva til New York.

Flogferðin heim aftur verð­ur mikudagar, og flog­tíð­in stendur at vera umleið sjey tímar.##med8##

##med9##

##med10##

##med11##

##med12##

##med13##

Jóhanna á Bergi, stjóri í At­lants­flog sig­ur, at fremsta enda­mál­ið hjá Atlantic Air­ways er at knýta Føroyar nærri umheiminum, og í ár ber til at flúgva til meira enn 10 ymisk ferðamál í Evropa bein­leið­is úr Føroyum – og nú ei­sini til New York.

##med14##

##med15##

##med16##

##med17##

##med18##

##med19##

##med20##

##med21##

##med22##