Adrian R. Justinussen spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í AC Horsens høvdu torføran dyst á útivølli í donsku superliguni móti FC Midtjyllandi.
Dysturin frammanfyri 10.000 áskoðarum á MCH Arena leikvøllinum í Herning endaði við uppibornum 2-1 sigri til heimaliðið, ið hevði bóltin væl meira, og teir høvdu eisini væl fleiri málmøguleikar.
FC Midtjylland skoraði tvey mál undan steðginum. Í 78. minutti megnaði Kelvin Ehibhatiomhan at minka um munin.
Adrian hevði eina rímiliga góða frísparksroynd, ið fór framvið málinum hjá FC Midtjyllandi.
AC Horsens hevur eitt stig fyri tveir teir fyrstu dystirnar.
Komandi sunnudag klokkan 17 fær AC Horsens vitjan av Brøndby.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum FC Midtjylland-AC Horsens 2-1 (2-0). Frísparksroyndin hjá Adriani sæst í samandráttinum:
##med2##











