Gunnar og liðfelagarnir leiktu javnt á Akranesi

Víkingur Reykjavík er framvegis greitt oddalið

Gunnar Vatnhamar spældi allan dystin, tá hann og liðfelagarnir í Víkingi Reykjavík spældu dyst á útivølli móti Akranesi.

 

Víkingur var tvær ferðir aftanfyri í dystinum, men tað eydnaðist teimum at fáa javnleik 2-2. Í seinna hálvleiki fingu liðini hvør sín leikara vístan av vøllinum.

 

Akranes-Víkingur Reykjavík 2-2 (1-1)

 

1-0 Gísli Laxdal Unnarsson ('38 )

1-1 Helgi Guðjónsson, br. ('42 )

2-1 Gísli Eyjólfsson ('57 )

2-2 Gylfi Þór Sigurðsson ('59 )

 

Víkingur er framvegis greitt oddalið í deildini við 44 stigum. Teir eru sjey stig frammanfyri Fram.

 

Komandi hóskvøld klokkan 19 spælir Víkingur fyrra dystin í triðja undanumfarinum í Europa League. Dysturin verður leiktur á útivølli í Sveis móti Thun.