VIDEO: Adrian tryggjaði AC Horsens sigurin við einari frísparksperlu

(Video) Her eru hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Lyngby 2-1 (1-0)

Mynd: Ritzau Scanpix

Adrian R. Justinussen gjørdist stóra hetjan hjá AC Horsens í donsku superliguni í dag.

 

Klokkan víst 90 minuttir á Hybel Arena leikvøllinum í Horsens. Støðan var javnleikur 1-1 millum AC Horsens og Lyngby. Tá syrgir Adrian við einari frísparksperlu úr 17-18 metrum fyri sigursmálinum hjá AC Horsens.

 

HER  ber til frá Viasat Sport at síggja hæddarpunktini frá dystinum AC Horsens-Lyngby 2-1 (1-0). Flotta málið hjá Adrian sæst við 4:03 minuttir.

 

Adrian kom annars ikki á vøllin fyrrenn 74 minuttir vóru leiktir av dystinum. Sigast má, at hann brúkti tíðina væl.

 

Kelvin Ehibhatiomhan legði AC Horsens á odda í 15. minutti. Í 66. minutti javnaði Lyngby. Tveir minuttir áðrenn Adrian kom á vøllin brendi Lyngby eitt brotsspark.

 

Aftaná tveir sigrar á rað er AC Horsens nummar seks í deildini við sjey stigum fyri fimm dystir. 

 

Komandi fríggjakvøld klokkan 18 hevur AC Horsens aftur heimadyst. Tá kemur Viborg á vitjan. 

 

Mynd: Ritzau Scanpix