Jóannes Bjartalíð fekk enn einaferð fulla spælitíð, tá lið hansara sunnudagin spældu dyst móti Ham/Kam á leikvøllinum í Fredrikstad.
Jóannes og liðfelagarnir fingu ein vátan vøtt, tá Ham/Kam beint undan steðginum legði seg á odda 1-0.
Men ganesiski miðvallarin Leonard Owusu syrgdi fyri við einum góðum skoti í 71. minutti at fáa Fredrikstad upp á javnt, og so lá eitt stig eftir í Fredrikstad.
Jóannes fær karakterin 7,0 (av 10) frá Soccerstand. 7,0 var júst miðalkarakterurin hjá leikarunum hjá Fredrikstad.
Fredrikstad er nummar 10 í deildini við 32 stigum nú seks dystir eru eftir at spæla í hesum kappingarárinum. 13 stig eru upp til fjórða plássið, ið gevur atgongd til evropeiskan fótbólt, og 12 stig eru niður til næstaftasta plássið, ið merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina. So Fredrikstad er í ongamannalandi, so at siga.
Sunnudagin 19. oktober ferðast Fredrikstad til Drammen fyri at spæla dyst móti Strømsgodset.
HER ber til frá norska TV2 at síggja ein samandrátt frá dystinum Fredrikstad-Ham/Kam 1-1 (0-1):
##med2##
##med2##