VIDEO: Frakland vann stórsigur á Ukraina í EM-bólki C

(Video) Her er ein samandráttur frá dystinum Ukraina-Frakland 26-46 (12-24)

 

Mynd: Ritzau Scanpix

Verandi evropameistararnir, Frakland heldur fram við at vinna stórsigrar í innleiðandi bólki C, ið verður spældur í Unity Arena uttanfyri Oslo.

 

Í dag vann Frakland stórsigur 46-26 á Ukraina. Í steðginum var Frakland á odda 24-12. Talan var um ein EM-metsigur.

 

Melvyn Richardson, Benoît Kounkoud og Dylan Nahi vóru toppskjúttar hjá Fraklandi við seks málum hvør. Dmytro Artemenko var við átta málum toppskjútti hjá Ukraina.

 

Frakland hevur fýra stig, Noreg hevur tvey stig, meðan Kekkia og Ukraina einki stig hava. 

 

Skráin fyri bólk C:

 

15. januar: Frakland – Kekkia 42-28

 

15. januar: Noreg – Ukraina 39-22

 

17. januar: Ukraina – Frakland 26-46

 

17. januar: Kekkia – Noreg, kl. 19.30.

 

19. januar: Kekkia – Ukraina, kl. 17.

 

19. januar: Frakland – Noreg, kl. 19.30.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá dystinum Ukraina-Frakland 26-46 (12-24):

 

##med2##

 

Mynd: Ritzau Scanpix