VIDEO: Serbia skelkaði Týskland í EM-bólki A

(Video) Síggj ein samandrátt frá dystinum Serbia-Týskland 30-27 (13-17)

Stórur serbiskur fagnaður í Boxen í Herning (Mynd: Eurohandball)

Týskland var á odda 17-13 í steðginum í dystinum móti Serbia í EM-bólki A í Boxen í Herning. Fáur mundi vera í iva um, at Týskland fór at vinna. Men í seinna hálvleiki snaraðu undirtippaðu serbarnir øllum á høvdi, og vunnu sensasjónelt dystin 30-27. Í Týsklandi eru miðlarnir dansandi óðir um tapið.

 

Vukasin Vorkapic og Vukasin Vorkapic vóru toppskjúttar hjá Serbia við seks málum hvør. Renars Uscins og Miro Schluroff vóru toppskjúttar hjá Týsklandi, somuleiðis við seks málum hvør.

 

Spania vann fyrr í dag í sama bólki 30-25 á Eysturríki. Í fyrra hálvleiki lá væl fyri hjá Spania, ið var á odda 19-12 í steðginum.

 

Toppskjúttar hjá Spania vóru Imanol Garciandia og Aleix Gómez við fýra málum hvør. Toppskjútti hjá Eysturríki við seks málum var Tobias Wagner.

 

Aftaná tvey umfør hevur Spania fýra stig. Serbia og Týskland hava tvey stig hvør. Eysturríki hevur einki stig.

 

Skráin fyri bólk A:

 

15. januar: Spania – Serbia 29-27

 

15. januar: Týskland – Eysturríki 30-27

 

17. januar: Eysturríki – Spania 25-30

 

17. januar: Serbia – Týskland 30-27

 

19. januar: Eysturríki – Serbia, kl. 17.

 

19. januar: Týskland – Spania, kl. 19.30.

 

HER ber til frá Eurohandball at síggja ein samandrátt frá sigrinum hjá Serbia á Týsklandi í Boxen í Herning:

 

##med2##

 

Stórur serbiskur fagnaður í Boxen í Herning (Mynd: Eurohandball)