Ukrainsk børn renna úti í kavanum og royna at halda hitanum við at spæla við eitt granntræ. Hetta er kaldasti vetur í Ukraina í eini 20 ár, sí kuldastigini í Kyiv niðast í hesi grein

Skúlar í Kyiv stongdir vegna kulda til fyrsta februar

Samstundis, sum russar royna at knúsa streym-og vatnveitingina í ukrainska høvuðsstaðnum, uppliva ukrainar kaldasta veturin í 20 ár

Ukrainsk børn renna úti í kavanum og royna at halda hitanum við at spæla við eitt granntræ. Hetta er kaldasti vetur í Ukraina í eini 20 ár, sí kuldastigini í Kyiv niðast í hesi grein

Samstundis, sum hetta higartil hevur verið kaldasti vetur í Ukraina í nógv ár, halda russar fram við at bumba orkuverk og el-leiðingar í ukrainska høvuðsstaðnum. 

 

Nógv liggja í streymloysi, og tá streymurin fer í høvuðsstaðnum, fara bæði hiti og vatnveiting eisini. Tað, sum russar vóna við slíkum atgerðum, er at fáa fólkið at venda sær móti landsins leiðslu.

 

Útbúgvingarráðið í Ukraina hevur gjørt av, at skúlarnir í ukrainska høvuðsstaðnum fyribils vera stongdir fram til 1. februar - við atliti at barnsins trygd, sum tey rópa tað.

 

Neyðstreymstól koyra við fullari ferð, men fyri tað fyrsta er neyðugt at veita streym til undirstøðukervið í býnum, eitt nú sjúkrahús, veit Reuters at siga.

- Landið er í einari truplari støðu orsakað av russisku atgerðunum. Hetta er kaldasti vetur í 20 ár við tvey siffraðum tølum í kuldastigum, skrivar forsætisráðharrin í Ukraina, Julija Svyrydenko, á Telegram í gjár.

 

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, skrivaði í vikuni á X, fyrrverandi Twitter, at endamálið hjá russum við álopunum er at knúsa orkuveitingina í landinum - og møða ukrainska fólkið.

 

Norskur granskari, sum starvast innan granskingarstovnin hjá verjuni, Tor Bukkvoll, sigur, at russiski forsetin brúkar kuldan sum vápn móti ukrainska fólkinum.

 

- Málið hjá russum er at gera gerandisdagin hjá ukrainum so truplan sum gjørligt í vónini um, at fólkið vendir sær ímóti landsins leiðslu, sigur hann við norska kringvarpið, NRK.

 

Men, ukrainar missa ikki viljan at stríðast ímóti russisku hersetingini.

 

Tor Bukkvoll sigur, at 77 prosent av ukrainska fólkinum sigur, at tey eru til reiðar at halda fram við krígnum móti Russlandi.

 

- Hetta vísir ein kanning, sum ein altjóða stovnur í ukranska høvuðsstaðnum hevur gjørt um dagarnar, sigur norski granskarin við NRK.

 

##med2##

 

 

 

 

 

Ukrainsk børn renna úti í kavanum og royna at halda hitanum við at spæla við eitt granntræ. Hetta er kaldasti vetur í Ukraina í eini 20 ár, sí kuldastigini í Kyiv niðast í hesi grein

Tað er ikki hissini kuldi, sum ukrainar eiga á sær, nú russar bumba hitaleiðingarnar