Landsliðsleikarin, Fridrikka Clementsen var við frá dystarbyrjan, tá hon og liðfelagarnir í ÍBV vunnu seg í hálvfinaluna í íslendsku steypakappingini.
Á heimavølli á Hásteinnsvøllinum úti í Heimey vann ÍBV 3-2 á FH aftaná longda leiktíð.
Tá klokkan vísti 104 minuttir sendi Fridrikka eitt hart og gott fríspark inn í brotsteigin hjá FH, har Avery Mae Vanderven tamdi bóltin væl, og hamraði bóltin í stongina og inn til sigursmálið 3-2. 10 minuttir frammanundan hevði Avery Mae Vanderven brent eitt brotsspark.
ÍBV legði seg á odda tíðliga í bæði fyrra og seinna hálvleiki, men í báðum førum megnaði FH at javna. Tað eydnaðist tó ikki í longdu leiktíðini, og nú eru Fridrikka og liðfelagarnir bert ein dyst frá at røkka steypafinaluni á Laugardalsvøllinum í Reykjavík. Hálvfinalurnar vera leiktar 4. juli og steypafinalan verður leikt 25. juli. Enn er ikki drigið til hálvfinalurnar.
ÍBV-FH 3-2 (2-2 - 1-1)
1-0 Allison Grace Lowrey ('4 )
1-1 Ída Marín Hermannsdóttir ('42 )
2-1 Allison Patricia Clark ('49 )
2-2 Berglind Freyja Hlynsdóttir ('80 )
3-2 Avery Mae Vanderven ('104 ) - Upplegg: Fridrikka Clementsen.
HER ber til frá RÚV at síggja hæddarpunktini frá 3-2 fjórðingsfinalusigrinum hjá ÍBV.
##med2##












