VIDEO: Fyrsta málið hjá Mattiasi í kappingardysti fyri Västerås SK

(Video) Her eru málini frá dystinum Östersund-Västerås SK 1-6 (0-2)

Mynd: Fotbollskanalen

Leygardagin spældi Mattias fyrsta kappingardystin fyri Västerås SK í næstbestu svensku fótbóltsdeildini.

 

Mattias var við frá dystarbyrjan, tá Västerås spældi dyst á útivølli móti Östersund. Mattias var á vøllinum í 76 minuttir. 

 

Mattias gjørdi ikki mætari enn at skjóta mál í sínum debutdysti, tá hann seks minuttir undan steðginum legði Västerås á odda 1-0. 

 

Tað endaði við 6-1 stórsigri til Västerås, ið var á odda 2-0 í steðginum. 

 

Västerås er triðfremst í deildini við 53 stigum. Kalmar FF er fremst í deildini við 55 stigum.

 

Leygardagin 18. oktober spælir Västerås dyst á útivølli móti Sundsvall. 

 

HER ber til at síggja málini, ið vóru skotin í dystinum Östersund-Västerås SK 1-6 (0-2):

 

##med2##

 

 

 

 

 

Mynd: Fotbollskanalen