TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og siggj hæddarpunktini frá dystinum í donsku superliguni millum FC Midtjylland og OB, sum var leiktur ígjár.
Pætur Albinus skrivaðu um dystin á in.fo ígjár: "OB hevði undan dystinum ímóti FC Midtjylland í kvøld latið fægst mál inn í donsku Superliguni (14 ál), men verjuparturin skrædnaði fullkomiliga í fyrra hálvleiki og var við til at geva heimaliðnum frá Jútlandi ein greiðan sigur.
FC Midtjylland-álopið spældi nevniliga sera væl, og støðan í hálvleikssteðginum var heili 3-0 til FC Midtjylland. Málskjúttar vóru Jakob Poulsen, Mikkel Duelund og Marc Dal Hende. OB spældi betur og betur, men lítið nyttaði.
OB skifti tveir leikarar út í hálvleikssteðginum. Jóan Símun Edmundsson spældi tó allan dystin, og hann var ein av teimum frægu á OB-liðnum og legði eisini upp til tað pyntandi málið í hesum dystinum, sum endaði 3-1 til FC Midtjylland.
Komandi tíðin kemur at vera avgerandi fyri OB, sum er júst á markinum til at sleppa við í endaspælið í Superliguni. Teir eru nevniliga á 6. plássi, har seks tey fremstu sleppa víðari – javnir í stigum við bæði FCK og AaB."
Komandi sunnudag spælir OB seinasta dystin undan vetrarsteðginum. Hann verður á heimavølli ímóti Silkeborg.
Støðan:
1
18
13
3
2
40
16
24
42
2
18
13
2
3
44
23
21
41
3
18
11
3
4
48
32
16
36
4
18
7
6
5
25
22
3
27
5
18
7
4
7
32
24
8
25
6
18
6
7
5
19
17
2
25
7
18
6
7
5
17
20
-3
25
8
18
5
9
4
23
26
-3
24
9
18
5
6
7
29
26
3
21
10
18
4
6
8
26
39
-13
18
11
18
5
3
10
18
32
-14
18
12
18
5
2
11
21
36
-15
17
13
18
3
5
10
17
28
-11
14
14
18
4
1
13
13
31
-18
13