TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj hæddarpunktini frá superliga-dystinum OB-Hobro 3-0 (2-0), sum var leiktur fyrr í dag. Jóan Símun Edmundsson legði OB á odda 1-0.
Um dystin skrivaði Jóannes Hansen á in.fo fyrr í dag: - Hetta kappingarárið hevur hjá føroyska landsliðsspælaranum Jóan Símun Edmundsson og felagi hansara í Odense fyri ein stóran part verið eyðkent av, at tað ikki hevur stemmað soleiðis, sum tað hevur verið vónað, og sum eingin ivi er um, at tað eru møguleikar fyri.
Í dag var ein av teimum ljósu løtunum, sum tað seinastu vikurnar ikki hevur verið so langt ímillum. OB vann 3-0 á heimavølli ímóti Hobro, og Jóan Símun Edmundsson skoraði fyrsta málið, tá ið eitt korter var farið. Hann var um reppið í seinna hálvleiki at verða tvífaldur málskjútti, men úr góðari støðu sendi hann bóltin í stólpan, og so var ein av liðfeløgum fyrstur á returbóltinum og skoraði. Í dag var Jóan Símun annar av teimum fremstu í 4-4-2 spælskipan, og hann var á vøllinum alla tíðina.
Tað ræður um at enda kappingarárið millum seks tey fremstu, sum í endaspæli seint í vár fara at stríðast um DM. Við sigrinum í dag lyfti OB seg fram á fimta plássið. OB hevur 25 stig, og AC Horsens á sætta plássi hevur 22 stig.
Næsta avbjóðingin verður mánadagin fjórða desember á útivølli ímóti FCM, sum saman við Brøndby kappast um fremsta plássið.
Liðið hjá Halli Hanssyni, AC Horsens tapti uttan Hall Hansson á liðnum 0-6 á útivølli ímóti FC Nordsjælland fyrr í dag.
Støðan í donsku superliguni:
1
17
22
39
2
16
15
35
3
17
14
33
4
17
3
26
5
17
10
25
6
17
4
25
7
17
-3
23
8
17
-4
22
9
17
5
21
10
17
-12
18
11
16
-10
17
12
17
-10
14
13
17
-16
14
14
17
-18
12