VIDEO: Javnleikurin hjá Hannover og ósigurin hjá Füchse Berlin

(Video) Her eru samandráttirnir frá dystunum Vilhelm Poulsen og Hákun West av Teigum tóku lut í

Talan gjørdist um ein soltnan sunnudag, har Hákun West av Teigum og hinir í Füchse Berlin taptu á heimavølli, og Vilhelm Poulsen og liðfelagarnir í Hannover-Burgdorf leiktu javnt móti aftasta liðnum í deildini.

 

Í QUARTERBACK Immobilien høllini í Leipzig endaði tað við javnleiki 27-27 millum Leipzig og Hannover-Burgdorf. Í steðginum var eisini javnleikur. Tá var støðan 13-13.

 

Vilhelm skoraði tvey mál upp á fimm málroyndir, og hann legði eisini upp til eitt mál (assist).

 

Hákun West av Teigum og liðfelagarnir í Füchse Berlin taptu á heimavølli í Max Schmelling høllini 33-34 fyri Lemgo, hóast berlinarnir høvdu eina stóra favorittstøðu undan dystinum. Lemgo var á odda 16-14 í steðginum.

 

Hákun fekk tveir málmøguleikar, og hann setti báðar í netið.

 

HER ber til frá DYN Handball at síggja samandráttir frá hesum báðum dystunum:

 

##med2##

 

##med3##